Enn eitt uppsagnarumfar á Snapchat

Snapchat hevur seinastu tíðina fingið nógvar atfinningar frá brúkarum

Nú hevur eitt uppsagnarumfar aftur verið á Snap Inc., sum er móðurfelagið hjá sosiala miðlinum Snapchat. Hósdagin mistu 100 fólk starvið, og nú er talið á teimum, sum hava mist starv á fyritøkuni síðani ársskifti komið á 242 fólk, skriva fleiri miðlar. 

 

 

Í fyrra uppsagnarumfarinum vórðu tað mest verkfrøðingar, ið mistu starvið men hesu ferð vóru tað sølu- og marknaðarfólk, ið stóðu fyri skotum. Bloomberg upplýsir, at Snapchat nú hevur mist trý prosent av starvsfólkunum í fyritøkuni. 

 

 

Snapchat hevur seinastu tíðina fingið nógvar atfinningar frá brúkarum og kendum fólki við. 

 

 

Les eisini: Óhóskandi lýsing kostað Snapchat nærum fimm milliardir

 

 

Millum annað varð Snapchat dagført fyrst í árinum, og tá skrivaði navnframa Kendall Jenner á Twitter, at hon var ónøgd við dagføringina. Kendall Jenner hevur 25 milliónir fylgjarar á Twitter. Eftir at hon skrivaði boðini, minkaði virðið á fyritøkuni við átta milliardum.

 

Síðani var ein lýsing í spælinum "Would You Rather?" á Snapchat, har spurt varð um  ein heldur hevði viljað givið popstjørnuni Rihannu ein brest ella sligið fyrrverandi unnusta hennara Chris Brown. Eftir at Rihanna talaði at lýsingini, fall virðið á fyritøkuni við fimm prosentum. Tað er á leið 4, 85 milliardir. 

 

 

Lýsingin kann tykjast sum óhóskandi kleyvarskapur, tá hugsað verður um, at Chris Brown hevur verið harðligur við Rihannu í 2009, tá tey vóru par. 

 

Snapchat hevur biðið um fyrigeving fyri lýsingina og sagt, at talan var um eitt mistak. 

 


Snapchat er ein av teimum størstu sosialu pallunum í heiminum. Á Snapchat kunnu brúkarir millum annað senda myndir sínamillum, sum síðani verða slettaðar, tá ein hevur latið tær upp og hugt at teimum einaferð.