Enn eru kvinnurnar ordiliga afturúrsigldar

Kvinnurnar tæna og standa í handli, menninir fiska og byggja

Tað er framvegis soleiðis í Føroyum, at menninir hava nógv høgri lønir enn kvinnurnar hava.

 

Ein nýggju uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í fjør fingu menninir í Føroyum 5.279 milliónir krónur í lønum og tað eru 5,8 prosent meiri enn í 2015.

 

Hinvegin fingu kvinnurnar 3.197 milliónir krónur í løn í fjør og tað eru 5,3 prosent meiri enn í 2015.

 

– Orsøkin til at mannfólkini fáa størra partin av lønarvøkstrinum er, at seinastu trý árini hevur tað verið ein sera stórur vøkstur í vinnugreinum, har menn eru í meiriluta, eitt nú í fiskivinnuni, alivinnuni og í byggivinnuni, sigur Hagstovan.

 

Í fjør fingu menn góð 62 prosent av lønunum og kvinnurnar fingu 38 prosent.

 

Síðan 2013 er parturin hjá monnum vaksin 1,5 prosentstig, úr 60,5 til 62. Kvinnurnar hava einstøk ár verið nær við at vunnið 40 prosent av lønunum, men eru nú dragnaðir heilt niður á 38 prosent.

 

Síðan 2004 hava lønirnar hjá kvinnunum annars vaksið skjótari enn hjá monnunum. Frá 2004 til 2016 eru lønirnar hjá kvinnunum vaksnar 49 prosent og tær hjá monnunum eru vaksnar 42 prosent.

 

Ein av orsøkunum er, at tá ið fíggjarkreppan rakti, var tað bert lønarmongdin hjá monnum, sum minkaði við tað, at tað vóru vinnugreinar, har meirilutin er mannfólk, ið merktu mest til afturgongdina.

 

Hinvegin hevur stóra framgongdin seinastu trý árini mest verið í somu vinnugreinum, so mannfólkini heinta inn aftur í løtuni.

 

Her er vert at leggja í geyma, at lønartølini bert umfata tað, sum føroyskar fyritøkur rinda út, so lønir vunnar uttanlands eru ikki taldar við her. Hetta vísir eisini bara lønirnar í krónum, ikki hvussu nógv fólk arbeiðir.

 

Ikki óvæntað arbeiða kvinnur og menn i ymiskum vinnugreinum. Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum og handli. Í teimum yrkjum, har kvinnur arbeiða, er kortini ein stórur minniluti av mannfólki.

 

Í vinnugreinini heilsu- og almannaverk vinna kvinnurnar 800 milliónir í lønum og  mennirnir vinna 200 milliónir. Í øðrum vinnugreinum, har kvinnurnar vinna meira løn enn menn, er býtið hampiliga  javnt.

 

Menninir harafturímóti eru spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men í vinnugreinunum fiskiskapur, sjóflutningur, bygging og skipasmiðjur og smiðjur, er at kalla ongin løn útgoldin til kvinnur, tí tað eru mannfólkaarbeiði burturav.