Nú verður enn eitt stig tikið í arbeiðinum at menna okkara sjóvegis ferðavinnu. Tórshavnar Havn er við í The Cool Route Project, ið júst er farið av bakkastokki. Hetta er spennandi 3 ára verkætlan, sum hevur til endamáls at menna sjóvegis ferðavinnuna á okkara leiðum.
Í farnu viku hittust luttakandi partarnir á fyrsta sinni. Á fundi í Cork í Írlandi varð arbeiðið lagt til rættis og skipað komandi 3 árini.
Umframt Tórshavnar Havn eru umboð úr Cork og Donegal í Írlandi, Glasgow í Skotlandi, Derry í Norðurírlandi við í verkætlanini, umframt feløg í Skotlandi og Noregi.
- Megna vit at gera eina spennandi siglingarætlan heilt úr Cork í Suðurírlandi fram við skotsku strondini, fram við Føroyum og heilt til Vesturnoreg, kann hetta lættliga føra við sær, at vit í Tórshavn fáa væl fleiri enn teir núverandi umleið 80 stuttleikabátarnar um árið á vitjan. Sum oftast er talan um fólk, ið eru væl fyri. Tey hava møguleika at leggja pening eftir sær, eitt nú til smærri umvælingar av bátinum og á matstovum í økinum, tey vitja, sigur Annfinn Hjelm, vinnusamskipari í Tórshavnar havn.