Enn hevur tunnilin ikki havt ávirkan á Sandoynna

Sandoyggin er einasta øki í landinum, sum minkar

Tann fyrsta februar búðu 53.752 fólk í Føroyum, vísir ein uppgerð hjá Hagatovuni. Sostatt eru vit 784 fólk, ella 1,5 prosent, fleiri í tali nú enn vit vóry fyri einu ári síðani. Hagstovan staðfestir sostatt, at fólkatalið veksur alsamt við at kalla somu ferð, sum tað hevur gjørt hesi seinastu árini, og heldur hendan gongdin fram, verða tað 54.000 fólk í Føryum u nakrar fáar mánaðir.

 

Hagstovan sigur, at ein triðingur av vøksturin stavar frá einum burðaravlopi upp á 246 fólk. Tað merkir, at tað eru 246 fleiri børn fødd enn tað eru fólk, sum eru deyð. Tveir triðingar av vøkstrinum stava frá eini nettoflyting upp á 538 fólk og tað merkir, at 538 fólk fleiri fluttu til Føroya enn tað fluttu av landinum.

 

Hagstovan sigur, at hóast fólkatalið veksur, er tað ógvuliga ymiskt, hvussu nógv tað veksur í teimum ymsu økjunum kring landið. Hetta seinasta árið er fólkatalið vaksið allastaðni, uttan í Sandoynni. Har er fólkatalið minkað, so hóast tey fáa fast samband við meginøkið um heilt stutta tíð, sæst tað ikki aftur í fólkatalinum enn.

 

Mest er fólkatalið vaksið í Suðurstreymoy og í Eystyroy, har fólkatalið er vaksið 2,1 prosent. Í Suðuroynni kvinkar fólkatalið eisini upp eftur, men hinvegin er fólkatalið í sandoynni minkað 28 fólk, ella 2,2 prosent, hetta seinasta árið, so nú búgva 1.263 fólk í Sandoynni.