Enn sæst einki til, at korona-kreppan hevur minkað um inntøkurnar hjá landskassanum og kommunukassunum kring landið.
Tann nýggjasta uppgerðin hjá Taks vísir nevniliga, at hesar fyrstu fýra mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið 7,32 prosent meiri inn í skatti enn í fjør, og kommunrunar hava fingið 5,79 prosent meiri inn í skatti.
Uppgerðin vísir, at í tíðarskeiðnum frá januar til apríl í ár hevur landskassin fingið slakar 600,3 milliónir inn í skatti og tað eru góðar 40,9 milliónir meir enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Samstundis hava kommunurnar kring landið fingið 691,5 krónur inn í skatti fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár og tað eru góðar 37,8 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Av teimum 29 kommununum kring landið, eru tað fýra kommunur, sum hava fingið minni inn í skatti higartil í ár enn tær fingu í fjør. Tríggjar av teimum eru í Suðuroy, nevniliga Sumba, Tvøroyri og Hov.
Tvøroyri fekk 20,3 milliónir inn í skatti frá januar til apríl og tað eru 0,3 prosent minni enn í fjør.
Hovs Kommuna hevur fingið góða millión inn í skatti og tað eru 3,9 prosent minni enn í fjør og Sumbiar kommuna hevur fingið slakae 3,3 milliónir inn í skatti hugartil í ár, og tað eru 2,48 prosent minni enn í fjør.
Annars hevur Viðareiðis kommuna fingið slakar fimm milliónir inn í skatti, og tað eru 5,69 prosent minni enn í fjør.
Annars hava nógvar av hinum kommununum fingið fimm – átta prosent meiri inn í skatti, við nøkrum undantøkum, at onkrar hava fingið meir og aðrastaðni hevur vøksturin verið minni.