Føroyingar eru ikki hildnir upp at at eta grind. Tað staðfest Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Grindamannafelagið hevur aðalfund í dag og har fer Jústinus Olsen, djóralækni at kunna um nýggju grindareglugerðina.
Harafturat hevur Grindamannafelagið fingið norskar gestir á aðalfundin og teir fara at greiða frá norsku hvalaveiðini í Suðurhøvum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Grindamannafelagnum greiða frá.
|