Uppboðssøla av 600 tonsum av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum hevur verið í dag
Sølan endaði við, at P/F Akraberg við farinum Akraberg fekk 100 tons, P/F Enniberg við farinum Enniberg fekk 300 tons og P/F J.F.K. Trol við farinum Sjúrðarberg fekk 200 tons.
Vørn upplýsir, at átta boð vóru til uppboðssøluna har tað hægsta boðið var 6,50 kr./kg. Keypsprísurin er tó settur til at vera 4,50 kr./kg og gevur tað tilsamans 2.700.000 krónur í landskassan.
Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 1,75 kr./kg.