Klokkan 19 vóru ymsir gestir bodnir til móttøku, har Jens Pauli í Dali, formaður fyri frítíðarfelagið Kaggan, ella Palleba, sum tey flestu kenna hann í Kaggunum, beyð vælkomin til kalt borð. Eftir einum tíma ella so vóru røður hildnar, har øll vóru samd um, at hesi nýggju hølini vóru sera vøkur. Røðararnir vóru millum annað Palleba, Regin Thomsen, Petur Juul Samuelsen, Axel Lüzthøft, J.P. Gregoriussen og umboð úr Mimir og Tórshøll.
Sera væl gjøgnumførd
Tey nýggju hølini eru eisini sera væl úr hondum greidd. Tað er gamla dansihølið í kjallaranum, sum er fríðkað, og økt til uml. 130 fermetrar. Loftið er eisini hækkað eitt sindur. Góð tøknulig tónleikaútgerð er fingin til vega, so at tónleikabólkanir ikki nýtast at draga alla teirra útgerð við teimum og veggirnir eru prýddir við ymsum kendum myndum, har millum annað tær skemtiligu Smirnoff lýsingamyndirnar vóru at síggja allastaðni. Sum heild vóru hølini sera nýmótans og enskt líknandi.
Neyðugt við nýggjum høli
Kaggin varð stovnaður í 1969, og hevur hildið til ymsastaðni í Havnini, til húsini á Dalavegnum vórðu keypt. Í 1987 brendu húsini, og umvæling varð gjørd. Tá ið flutt inn aftur var í tey umvældu húsini, sást skjótt, at rúmið í kjallaranum var ov lítið. Roynt var at bøta um, men hølini gjørdust aldrin veruliga soleiðis sum Kaggin kundi hugsað sær. Síðani varð farið undir at planleggja. Limirnir fingu loyvi til at koma við einum tilboðið uppá umvæling, men tað besta tilboði fingu teir frá einum dana, sum umboðaði eina enska byggifyritøku. Síðani oktobur í fjør hava tey so bíðað spent eftir nýggja hølinum, sum nú eru tikin í nýtslu.
Ikki meira alment enn áður
Ongin beinleiðis broyting verður tó í virkseminum hjá Kagganum, hóast hesa stóru íløgu. Hølini eru gjørd til limirnar í vón um at teir uml. 550 limirnir fara at stuðla hølinum, við at vitja meira javnan aftur. So Kaggin verður ikki meira almennur enn sum nú er, hóast pláss er gjørt fyri fleiri fólkum. Spurdur um Kaggin roynir at vinna inná Mimir og Havnar Klubba, svaraði Palleba, at hølini fyrst og fremst eru gjørd til limirnar í vón um, at teir fara at vitja oftari.
Hvussu er við einum enskum kagga av øli?
Tá ið nú hølið er so líkt teimum ensku pubbunum, kundi verið áhugvert at vita, um Kaggin nú eisini fer at innflyta onnur merkir av øli. Kaggin hevur so, um ikki annað, økt sítt sterka rúsdrekkaúrval við at hava øll merkini, sum Rúsan hevur at bjóða uppá. Palleba sigur tó, at tað er torført at innflyta onnur merkir, tí tað verða sett so nógv krøv frá innflytarunum, serliga tá ið hugsað verður um at innflyta fløskur og dósir. Í Føroyum hava vit nevnuligani eitt rættuliga høgt umhvørviskrav, tá ið tað kemur til at innflyta. Dósir kunnu ikki innflytast, og trygd skal verða fyri, at allar fløskurnar blíva endurnýttar. Men Palleba segði so, at kanska fer ein kaggi við einum fremmandum merki at standa við tí nýggju barrini. Tað skal tó fyrst kannast nærri.