Epstein skrivaði bræv um for­seta við á­huga fyri ung­um sjøn­heitum

Epstein skrivaði bræv til ein annan dømdan um "forseta okkara", sum "deilir okkara kærleika til ungar, lystiligar gentur".

Myndin av amerikanska fíggjarmanninum Jeffrey Epstein, tikin, tá Epstein varð førdur inn í skrásetingina hjá dømdum kynsbrotsmonnum í New York í 2017. Epstein varð síðani ákærdur í einum prostitutiónsmáli, har ein undir lógaraldur var við. Hann varð dømdur, men gjørdi eina avtalu, sum merkti, at hann fekk sera milda revsing. Tvey ár seinni varð hann aftur ákærdur fyri kynslig brotsverk, men tók sítt egna lív, áðrenn málið kom fyri rættin. - Mynd: Handout/Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, verður nevndur sum "forseti okkara" í einum hondskrivaðum brævi, sum Epstein skrivaði úr fongslinum til ein annan dømdan kynsligan brotsmann, Larry Nassar, vísa almannakunngjørd skjøl.

Í brævinum klagaði Epstein eftir øllum at døma til Nassar um, at teir vóru í fongsli, meðan "forsetin deilir okkara kærleika til ungar, lystiligar gentur. Tá ein ung vøkur genta gekk, elskaði hann at 'grab snatch'."

Sambært bretska miðlinum The Guardian sæst hetta í skjølunum, sum amerikanska løgmálaráðið almannakunngjørdi týsdagin.

Enska hugtakið "grab snatch" kann týðast sum "taka í skrevið".

Larry Nassar er fyrrverandi amerikanskur fimleikalækni, sum varð fongslaður fyri umfatandi misnýtslu av kvinnuligum ítróttarfólkum.

Fleiri enn 150 gentur og kvinnur vitnaðu í rættinum um misnýtslurnar, sum Nassar hevði framt móti teimum. Hann varð dømdur og situr nú 60 ára revsing.

Brævið frá Epstein er poststemplað 13. august 2019. Tað er tríggjar dagar eftir, at hann varð funnin deyður í einum fongsulsrúmi í New York.

– Góði L.N., Sum tú veitst nú, so tók eg "snarvegin" heim. Góða eydnu, stendur.

Amerikanska sjónvarpsstøðin CNN ger vart við, at starvsfólk í fongslinum kanna útgangandi post frá fangum, sum kann elva til seinkingar í avhendingini.

Donald Trump, sum eisini var forseti tá í 2019 tá brævið til "L.N." varð senT, hevur fleiri ferðir noktað fyri nøkrum skeivum í mun til sambandið við Epstein.

– Øll vóru í vinarligum sambandi við tann mannin, segði hann við tíðindafólk mánadagin.

Við sama høvi endurtók Trump eisini, at hann ikki stuðlar almannakunngerð av skjølunum. Hann sigur, at tað fer at føra til, at ósek fólk verða hongd.

Sjálvur er Trump ikki ákærdur fyri nakað brot á lógina í sambandi við málið um Epstein.

/Ritzau/