Hvar verða jólini hildin í ár?
- Heima í Árnafirði, sigur Atli S. Justinussen.
Hvat verður etið um jólini?
- Jólaaftan eta vit góða jóladunnu við øllum góðum aftur við. Hinar dagarnar verður tað ræst kjøt og feskt kjøt.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Mítt størsta jólaynskið er at síggja okkara fittu abba-og ommudøtur á jólum. Tær búgva í Danmark, sigur hann.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning, har vit fáa høvi at steðga á og virðismeta jólahøgtíðina.
Atli S. Justinussen sigur, at á jólum eiga vit eisini at takka fyri størstu gávuna, sum vit hava fingið - okkara frelsara, Jesus Kristus.
(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)











