Er aftur við at seta met

Men tað er framvegis í syðsti parti í landinum at støðan er verri enn aðrastaðni

Arbeiðsloysið í Føroyum er aftur við at seta met – altso við at vera metlágt. Hagstovan sigur, at í september var 0,9 prosent og tað svarar til, at 327 fólk vóru arbeiðsleys, men tilsamans er talan um 265 fulltíðarstørv.

 

So lágt hevur arbeiðsloysið ikki verið síðani frá september til desember fyri tveimu árum síðani, tá ið tað eisini var 0,9 prosent. Í september í fjør var ar beiðsloysið 1,4 prosent, men síðani er tað støðugt minkað.

 

Tað plagdi altíð vera fleiri kvinnur, sum eru arbeiðsleysar, enn tað eru menn, sum eru arbeiðsleysir, men í september er arbeiðsloysið býtt púra javnt ímillum kynini. Í september í fjør var arbeiðsloysið 1,2 prosent hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum.

 

Men eitt, sum ikki broytist, tað er, at arbeiðsloysið er ójavnt býtt ímillum tey ymsu økini í landinum, og tað er framvegis í syðra parti í landinum, at støðan er verri enn aðrastaðni.

 

Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy har tað er 0,5 prosent, og í Vágum er tað 0,6 prosent. Í Suðurstreymoy er arbeiðsloysi 1,1 prosent og í Sandoy er tað 1,2 prosent. Men í Suðuroy er arbeiðsloysið 1,8 prosent.

 

Sí talvuna niðanfyri

 

##med2##

 

Í september vóru tað 15,6 prosent av teimum arbeiðsleysu, sum høvdu verð langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys í meiri enn eitt ár. Sama mánað í fjør vóru 9,9 prosent, langtíðararbeiðsleys.