Er einki niðara mark, Tjóðveldi og Fólkaflokkur?

Er tað ikki at fara ov langt at siga, at ein atkvøða til Sjúrð Skaale er ein atkvøða til Sea Sheperd?

Sjúrður Skaale

 

Er tað ikki at fara ov langt at siga, at ein atkvøða til Sjúrð Skaale er ein atkvøða til Sea Sheperd?

 

Er tað ikki ov býtt at siga, at eg fari at melda Føroyar inn í ES?

 

Er tað ikki ov primitivt at siga, at javnaðarfólk ikki eru rættir føroyingar? 

 

Er tað ikki ov skammleyst at siga, at eg ikki røkti føroysk áhugmál í makrelstríðnum?

 

Er tað ikki ov barnsligt at siga, at eg havi gingið á Christiansborg og masserað Helle T. Schmidt?

 

Er tað ikki ov ósmæðið at pástanda at Javnaðarflokkurin einki úrslit hevur fingið á Fólkatingi?

 

Tað er valstríð, og tá er sannleikin ofta fyrsta offur.

 

Men er einki niðara mark fyri tykkara villu pástandum?