Er Jon Snow deyður?

- Hann er farin.


Tað er myrki boðskapurin um Jon Snow, ið heilsar hyggjarum í nýggja brellbitanum til sættu sesongina av vælumtóktu sjónvarpsrøðini Game of Thrones.


Stórur spenningur er knýttur at nýggju pørtunum, og serliga er tað lagnan hjá Jon Snow, einum av høvuðspersónunum, ið nógv fólk ynskja at fáa greiðu á, aftaná hann varð stungin fleiri ferðirnar í síðsta partinum.


Hetta er sætta sesong av Game of Thrones, ið er bygd á bøkurnar A song of Ice and Fire, ið George R. R. Martin hevur skrivað. 


Áður hava tey, ið hava lisið bøkurnar, havt tann fyrimunin, at tey hava vitað hvat fór at henda í sjónvarpsrøðini, men nú yvirhálar sjónvarpsrøðin sjálvar bøkurnar, og sostatt veit eingin hvat kann henda longur.


Til ber at síggja lýsingina við at trýsta á pílin á myndini.