Er kahka meira serføroyskt enn ð?

Summi siga ”kaka”, onnur siga “kahka”. At blása framman fyri k er eitt fyribrigdi í føroyska málinum, sum kanska er meira serføroyskt enn ð. Sandra Saxov Lamhauge hevur fingið 1,1 millión kr. frá Granskingarráðnum til eina ph.d. verkætlan um atblástur og avraddaðar sonorantar í føroyska málinum.

Sandra Saxov Lamhauge hevur fingið 1,1 millión kr. frá Granskingarráðnum til at kanna serlig ljóð í føroyska málinum.

Eftir Dagmar Joensen-Næs

 

Ein ph.d. verkætlan um úttalu av ávísum ljóðum á føroyskum fekk í ár hægsta stuðulin frá Granskingarráðnum. Ráðið hevur latið 1,1 millión kr. til eina verkætlan hjá Sandru Saxov Lamhauge, málfrøðingi, um atblástur og avraddaðar sonorantar í føroyska málinum.

 

Verkætlanin verður fyrsta ph.d. verkætlan um føroyskt mál á Fróðskaparsetrinum.

 

Sandra Saxov Lamhauge hevur masterútbúgving sum málvísindafólk frá Keypmannahavnar universiteti. Hon hevur í næstan trý ár starvast hjá Talutøkni við at menna ein føroyskan talukennara.

 

Í arbeiðnum við talukennaranum, sum skal gera føroyska talu um til skrift, hevur hon lurtað eftir nógvum ljóðupptøkum við fólki ymsastaðni úr Føroyum.

 

- Vit hava ljóðskrivað øll orð, sum vit eru komin framat. Tað var ikki lætt at gera talu um til ljóðskrift, tí vit vita so lítið um úttalu av føroyskum, sigur hon.

 

##med3##

 

Tengt at dialektum

 

Meðan Sandra Saxov Lamhauge arbeiddi við talukennaranum, gjørdist hon varug við, at tað eru nøkur fyribrigdi í føroyska málinum, sum eru heilt serlig.

 

- Vanliga blása vit aftaná hjáljóð sum p, t og k. Men í nøkrum førum blása summi eisini frammanfyri hesi ljóð og siga til dømis kahka í staðin fyri kaka. Tað kallast atblástur.

 

- Eitt annað serføroyskt fyribrigdi er, at summi úttala ljómfull hjáljóð sum m, n, l og r uttan klang frammanfyri øðrum hjáljóðum. Til dømis siga tey dahnsa í staðin fyri dansa. Tað kallast avradding av sonorantum.

 

- Í summum førum kann atblástur ella avradding gera, at orðini fáa annan týdning, t.d. um labbi verður úttalað sum lahpi. Tað ger, at tað er umráðandi hjá útlendingum, sum vilja læra føroyskt, at tey kenna hendan munin í úttaluni, sigur hon.   

 

Sandra Saxov Lamhauge fer millum annað at kanna, hvørjir føroyingar brúka atblástur og avradding í teirra máli.

 

- Tað er eftir øllum at døma tengt at dialektum. Atblástur er vanligur í Norðstreymoy, Eysturoynni og Vágum, men ikki sunnanfyri og heldur ikki í Klaksvik. Hvar fólk brúka avradding, er harafturímóti meira ógreitt.

 

- Tað kann eisini hugsast, at munur er á, hvussu ung og gomul úttala orð.  Men alt tað vita vit ikki, tí tað er ongantíð rættiliga kannað. Nógvar kanningar eru gjørdar av grammatikk, setningsbygnaði og orðum í dialektum, men ikki av úttaluni, sigur hon. 

 

Serføroysk fyribrigdi

 

Atblástur og avradding eru fyribrigdi, sum eru til í ógvuliga fáum málum.

 

- Føroyingar halda, at ð er serføroyskt. Men ð er nakað, ið vit sjálvi hava sett inn, tá vit gjørdu okkara skriftmál. Tað var heldur ikki tá eitt livandi ljóð á føroyskum.

 

- Tað hevði kanska verið rættari at sagt, at nøkur serlig ljóð gera føroyskt til føroyskt. Atblástur og avradding av sonantum finnast bert í ógvuliga fáum málum, og hesi fyribrigdi eru ordiliga livandi í Føroyum.

 

- At avradda sonorantar frammanfyri s og f er heilt serligt, sum til dømis í orðinum ’dansa’. Hetta kemur ikki fyri í nøkrum av teimum málunum, vit vita um, sum annars hava atblástur og avradding.

 

 - Tey mál, ið hava hesi fyribrigdi, eru annaðhvørt útdeyð ella brúka ikki hesa úttaluna longur. Tað hevði verið spell, um tað skuldi víst seg, at tey eisini hvurvu í føroyskum, og at vit ongantíð høvdu fingið kannað tey, sigur Sandra Saxov Lamhauge.

 

Lættari at úttala onnur mál

 

Ph.d. verkætlanin um atblástur og avraddaðar sonorantar í føroyska málinum byrjar 1. januar og fer at vara í trý ár. Hon verður staðsett á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum og verður fyrsta verkætlan av sínum slagi har.

 

- Ph.d. verkætlanin fer at gera, at vit vita meira um føroyskt og um føroysku dialektirnar, ið eru við til at ríka málið og gera tað áhugavert.

 

- At fáa vitan um úttalu hevur eisini praktiskan týdning, ikki bert fyri útlendingar, sum vilja læra føroyskt, men eisini fyri føroyingar, sum vilja læra onnur mál. Um vit eru tilvitað um, hvussu vit úttala ymisk ljóð, er tað lættari ikki at flyta føroysku úttaluna yvir á onnur mál.

 

- Harafturat kann verkætlanin verða ein hjálp, um vit skulu hava eina føroyska úttalu-orðabók, sigur Sandra Saxov Lamhauge.

 

Hon fer at nýta nýggjastu tøkni innan fonetikk í arbeiðnum við verkætlanini, sum eisini fer at verða eitt íkast til menningina av føroyskari máltøkni.

 

Sandra Saxov Lamhauge heldur tað hava stóran týdning, at tað verður granskað í føroyskum.

 

- Føroyskt hevur nógvar spennandi variatiónir, ið kunnu vera áhugaverdar at lýsa. Bæði viðvíkjandi úttalu, men eisini við grammatikk og strukturi.

 

- Nógv, sum vit halda okkum vita um úttalu, er ikki grundað á vísindaligar kanningar, men meira á, hvat vit hava varhugan av. Tað er umráðandi at granska okkara mál, so vit kenna tað til fulnar og grunda okkara lýsingar av føroyskum máli á vísindaliga vitan, sigur Sandra Saxov Lamhauge.

 

Greinin er prentað í blaðnum »Vísindavøka« sum er innlegg í Vikuskiftis-Sosialinum 10. september.

 

 

 

##med2##

 

Sandra Saxov Lamhauge hevur fingið 1,1 millión kr. frá Granskingarráðnum til at kanna serlig ljóð í føroyska málinum.