Er løgmaður farin at ivast?

Sambært Facebook tyk­ist løg­mað­ur ikki heilt so álvu­lig­ur við avgerðina um at gera tveir undirsjóvartunlar fyri góð­a­r tvær milliardir krón­ur.

– Um 10 ár, so síggja vit, um hend­an avgerðin varð røtt, sig­ur Kaj Leo Holm J­o­hann­e­sen í viðmerking á Face­book, sum hann kortini hev­ur slettað aftur.

Men í nevndu viðmerking segði hann eisini, at tað hev­ur stór­an týdn­ing, at allir flokk­ar fáa hava æruna, tí ann­ars kann stígur koma í, segði løgmaður, sum fyri stutt­um staðfesti á tingsins røð­ar­a­palli, at verður tað ikki ein privat ætlan um Skála­fjarð­ar­tunnili, so verður eing­in tunnil.
CIP-loysnin var tann rætta loysnin, líka mikið, hvat Lands­verk segði.

Løgmaður, Jørgen Nicl­a­sen, Gerhard Lognberg og Kári P. Højgaard, eru nú vend­ir aftur til aftur til seks ára gomlu ætlanin hjá Che-sam­gong­uni, sum Gerhard Logn­berg sleit samgonguna upp­á.

– Jú, tað er helst rætt at geva løg­manni og hin­um fyrr­ver­andi mót­støð­u­monn­u­num ímóti almennu ætl­a­nin part av æruni fyri, at tað nú endaði við almennu ætl­anini...

Logiskt? Jú, hvat ger man ikki fyri frið skyld...?