Er lógin um húsasølu ein trupulleiki skal hon broytast

– Er tað ein trupulleiki, so fer Høgni Hoydal at taka stig til at broyta lógina

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Sólvit Nolsø, løgtingsmanni hjá Framsókn.

Løgtingsmaðurin spurdi soleiðis:

1. Hvør lóg skipar uppboðssølu av húsum í Føroyum?

2. Hvørjum reglum skulu húsasølufólk fylgja, og er nakað, sum sigur, at øll boð, sum koma á ognir, skulu gerast almenn?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tað so, at afturlatnar uppboðssølur av ognum eisini verður ein møguleiki?

Landsstýrismaðurin svarar øllum spurningunum í einum og vísir fyrst á, at keyp og søla av fastogn er skipað við løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a.

– Løgtingslógin er galdandi fyri vinnuligt útboð og sølu av fastogn, fyri vinnuliga mekling í sambandi við keyp og sølu av fastogn og fyri aðra vinnuliga ráðgeving og tænastu í sambandi við keyp og sølu av fastogn, sigur hann.

Løgtingslógin ásetur greitt, at einans ognarmeklarar, sum eru skrásettir sambært lógini, og advokatar, sum hava rætt til at útinna advokatvirksemi eftir rættargangslógini, hava rætt til vinnuliga at miðla fastogn.

– Hetta er ásett til tess at tryggja, at bæði keyparar og seljarar hava hóskandi rættartrygd, tá talan er um at keypa og selja so stór virði – aloftast størsta íløgan, sum privatfólk yvirhøvur gera, sigur Høgni Hoydal.

Hann vísir á, at løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn hevur nú verið í gildi í 13 ár, og hesa tíðina eru bæði búskapur og bústaðarmarknaður broytt heilt nógv.

– Samstundis hava vit bæði ta avbjóðing, at fólk tykjast setast aftur at seta búgv í Føroyum, og at tað er tungt at útvega sær egnan bústað, tí kostnaðurin er vaksin so nógv, sigur hann.

Landsstýrið metir bústaðartrupulleikarnar sum eitt tað týdningarmesta málið at loysa og fer at leggja fram uppskot til loysnir.

– Í hesum sambandi er tað viðkomandi at kanna, um løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn er partur av hesum trupulleika. Eg fari tí at taka stig til at eftirmeta lóggávuna á økinum.

– Verður komið eftir, at lógin er ein trupulleiki, fari eg at taka stig til at broyta hana, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum.