Jákup Sverri Kass
sjálvstýrismaður
????
Tað er ongin loyna, at Sjálvstýrisflokkurin hevur tað strævi fyri tíðina. Flokkurin hevur ein tinglim og situr í anstøðu. Men sum formaðurin í Unga Sjálvstýrinum eisini vísir á, so er tíðin avgjørt ikki farin frá Sjálvstýrisflokkinum.
Eg haldi, at føroyskur politikkur hevur brúk fyri einum flokki, sum ikki sær alt í svørtum og hvítum. Einum flokki, sum rúmar bæði socialum og liberalum sjónarmiðum; einum flokki, sum torir og vil kjakast um tingini.
Eg haldi, at ein tann størsti trupulleikin hjá Sjálvstýrisflokkinum seinastu árini hevur verið, at flokkurin hevur roynt at kappast við teir stóru flokkarnir um populistisk mál sum t.d. skattalætta, hægri eftirløn og undirsjóvartunnlar.
Politikkur er so nógv annað enn skattalætti, eftirløn og undirsjóvartunnlar. Politikkur er eisini at tosað um tey málini, sum ikki fylla so nógv á populistiska skálanum.
Umheimurin ein møguleiki - ikki ein hóttan
Framstandandi løgtingslimir hava ta uppfatan, at Føroyar eiga at standa uttanfyri allar handilssamgongur, sum krevja, at vit lata rættindi fyri at fáa rættindi. Onkur vil enntá vera við, at ES er verkið hjá tí grábeinta sjálvum.
Eg meini, at vit eiga at raðfesta internationalisering sera frammliga á politisku dagsskránnið. Vit mugu vera fyrireikaði uppá, at bæði Noreg og Ísland helst fara uppí ES einaferð í framtíðini. Ístaðin fyri at hugsa, at vit nokk skulu finna útav tí seinni, so eiga vit at taka spurningin upp so skjótt sum gjørligt. Ístaðin fyri at sita hendur í favn, so eiga vit, eins og Sambandsflokkurin í síðstu tingsetu vísti á, at kanna møguleikar og vansar við tættari samstarvi ella møguligum limaskapi.
Sjálvstýrið
Tað má ikki vera nakar ivi um, at Sjálvstýrisflokkurin, nú sum altíð, arbeiðir ímóti at føroyingar sita við evsta valdinum í Føroyum - vit sjálvstýrismenn kalla leiðina fram ímóti einum sjálvstýrandi Føroyum "Stig fyri Stig". Eg haldi ikki, at spurningurin er, um vit vilja hava evsta vald í Føroyum, men heldur, hvat vit gera aftaná, vit hava tikið tað seinasta fetið á sjálvstýrisleið?
Kunnu vit hugsað okkum, at vit gera eina skipan, lík henni sum Stórabretland hevur við síni fyrrverandi hjálond. Kunnu vit hugsað okkum, at vit framhaldandi kunnu fáa marknaðarat-gongd, atgongd til hægri lærustovnar, sjúkrahús og aðrar tænastur frá Danmark ígjøgum ein Commonwelth líknandi felagsskap?
Europa er tann gamli heimsparturin
Fólk í vesturheiminum liva longri og longri - tey gerast eldri og eldri. Rákið á meginlandinum er eisini tað, at barnafamiljurnar ikki fáa meira enn eitt ella tvey børn. Hetta rákið er tó ikki komið til Føroyar enn - men føroysku burðartølini hava verið fallandi seinastu árini.
Spurningurin um eftirlønina átti tískil at verið settur á dagsskránna. Fara vit at hava ráð til at geva øllum føroyingum eina virðiliga eftirløn um 30 ár? Ella skulu vit geva teimum borgarum, sum eru undir 40 ár boð um, at tey ikki skulu væntað at fáa eftir-løn?
Um man gjørdi tað, so kundi man givið teimum, sum ikki hava havt høvið til at spara upp til ellisárini eina virðiliga eftirløn. Eg haldi, at man kundi havt tvungna kapitalpensión og býtt eftirlønina upp eftir inntøkugrundarlagnum. Tað vildi givið landinum møguleika at geva teimum, sum av ymsum orsøkum ikki hava havt møguleikan at spara upp, eina efturløn, sum veruliga munar.
Mentan og gransking
Ein hugburðsbroyting er neyðug innan mentan og gransking. Tað er neyðugt at upplýsa um, at íløgur í mentan og gransking ikki bert eru útreiðslur út í tóma luft, men íløgur í framtíðina. Íløgur í framtíðina hjá bæði tjóðini og fólkunum, sum skulu støðast í Føroyum í komandi ættarliðum.
Málrættaðar íløgur í mentan okkara vildi givið samfelagnum ein tiltrongdan íblástur - ein íblástur sum vildi gjørt lívsgóðsku okkara enn betur.
Málrættaðar íløgur innan gransking kundu tryggja okkum fleiri bein at standa á. Hvussu kann sitandi samgonga tosað um at raðfesta gransking høgt til tess at geva føroyingum eitt alternativt bein at standa á - og síðan fremja skerjingar á økinum? Tað vísir bara, at sitandi samgonga ongar ætlanir hevur á langtíðar økinum. Tað virkar, sum um alt sum eitur visiónir og langtíðarraðfestingar er útskift við løtuvinning.
Ein fólkakirkja fyri øll
Føroyingar hava verið eitt kristi fólk í 1000 ár, men framtíðin setur eisini síni krøv til kirkjuna. Hvussu tryggja vit fólkakirkjuna best? Skal hon framhaldandi verða fólksins kirkja, so er neyðugt at kirkjan fylgir fólkinum, og tulkar bíbliuna í trá við samtíðina. Tað nyttar lítið, at kirkjan boðar ein boðskap, sum er fremmandur fyri fólkinum - ella hvat? Hetta er enn eitt dømi uppá eitt kjak sum tann politiski mynduleikin má taka støðu til? Skulu vit framhaldandi hava eina fólkakirkju fyri øll ella skal kirkjan fáa fríar teymar og harvið gerast fríð av landinum?
Hvussu vit best varðveita kirkjuna er enn eitt evni, sum eg avgjørt haldi, at Sjálvstýrisflokkurin eigur at seta á dagsskránna.
Eitt valdømi
Sjálvstýrisflokkurin hevur mangan ført fram, at flokkurin ynskir at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Um Føroyar var eitt valdømi, so fingu vit eitt løgting, sum arbeiddi fyri øllum landinum - og ikki einstakar løgtingslimir, sum hvør í sínum lag arbeiddu fyri sínum valdømi.
Sjálvstýrisflokkurin - eitt gott alternativ til teir stóru flokkarnar
Nógv av teimum málunum, sum eg havi nevnt í hesi grein (sum kundi verið nógv longri) eru mál, sum Sjálvstýrisflokkurin kann seta á dagsskránna.
Sjálvstýrisflokkurin kann verða við til at føra hesi málini fram, til tess at vit kunnu fáa eitt upplýst og dynamiskt samfelag. Eitt samfelag, sum tekur ímóti teimum avbjóðingum, sum eitt nú internationaliseringin setur til føroyingin. Vit hava brúk fyri langtíðarætlanum og visiónum.