VIDEO: Manchester City vann seg í HM-áttanda­parts­fin­al­ur­nar við stórsigri

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Manchester City-Al Ain 6-0 (3-0)

Manchester City er saman við Juventus trygt víðari til áttandapartsfinalurnar úr innleiðandi bólki G í HM-endaspælinum í USA.

 

Frammanfyri 40.400 áskoðarum - og 30.600 tómum setrum - á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia vann City stórsigur á Al Ain úr Sameindu Arabisku Emirríkjunum. City hevði bóltin 74 prosent av tíðini, og hagtølini við royndum á málið hjá mótstøðuliðnum vístu 11-1 til City. Í City fegnast tey um, at 19 ára gamli Claudio Echeverri var millum málskjúttarnar.

 

Manchester City og Juventus hava seks stig hvør. Wydad og Al Ain hava einki stig. 

 

Hóskvøldið klokkan 20 verður leikt soleiðis í triðja og seinasta umfarinum: Manchester City-Juventus og Wydad-Al Ain.

 

Manchester City-Al Ain 6-0 (3-0)

1-0 Ilkay Gundogan ('8 )

2-0 Claudio Echeverri ('27 )

3-0 Erling Haaland, br. ('45 )

4-0 Ilkay Gundogan ('73 )

5-0 Oscar Bobb ('84 )

6-0 Rayan Cherki ('89 )

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Manchester City og Al Ain:

 

##med2##