FaroExpo
Tað var hin 21. september í 2007, at tær tríggjar fyritøkurnar, Højgaards Handilsvirki, Klement Petersen og Timburhandilin í Klaksvík, vórðu savnaðar undir einum og sama navni, Borg.
Stigið varð tikið soleiðis, at fyritøkan kundi fáa eitt felags andlit úteftir og fyri at savna alt virksemi í sama felag.
Tað er P/F KN, sum eigur P/F Borg, og eigarar av P/F KN eru Jónsvein Knudsen, Rodmundur Nielsen og Jóhannus Danielsen.
Stórt útboð
Jóhannus Danielsen sigur, at fyritøkan í fyrsta lagi er kend sum veitari av øllum, sum timburvinnan hevur brúk fyri.
- Vit hava soleiðis timburhandil í Runavík og timburhandil í Klaksvík, sum báðir hava alt tað, sum timburvinnan hevur brúk fyri. Eru tað ring, sum ikki eru á goymslu, útvega vit tey.
Hann vísir á, at umframt alt vanligt timbur og aðrar vørur, sum hoyra uppí byggiarbeiði, eitt nú vindeygu, hurðar, garaguhurðar, flísar og gólv, eru amboðsdeildir bæði í Runavík og Klaksvík, har flest øll smáamboð eru at fáa.
- Hjá Borg í Saltangará, har Klement Petersen var áður, hava vit eisini køkar, skrivstovumøblar, baðirúmsmøblar, sauna og gosbað umframt hvítvørur, sigur Jóhannus Danielsen, sum eigur sín part í fyritøkuni.
Borg er eisini veitari av spreingievni til entreprenørar.
Hjá P/F Borg arbeiða 40 fólk.
Stjóri er Rodmundur Nielsen.