TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði á Rás2 við liðskiparan hjá FC Suðuroy, Palla Augustinussen, aftaná 0-1 tapið hjá FC Suðuroy ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali fyrr í kvøld.
Palli og liðfelagarnir kunnu verða nøgdir við ein gott leikligt avrik, men tað ergrar Palla, at B36 fekk tað einasta málið í dystinum longu í fyrsta minutti. Uttan tað málið hevði FC Suðuroy havt væl betri fyritreytir.