Erhard heldur flaggrøðu í Vági

Tann 25. apríl kl 15.30, verður flaggdagshald við Minnisvarðan í Vági.

 

Erhard Joensen, politikari og vinnulívsmaður, heldur røðu.

 

Ljómur luttekur við sangi og felagssangi og skótar og úlvar ganga skrúgongu.

 

Skrúgongan fer frá Skótahúsinum og oman til Minnisvarðan kl 15.15.

 

Aftaná verður drekkamunnur í Miðlatúni, skrivar Suðurrás.