Eri sera fegin um góða úrslitið

-Vit vilja nú gera alt fyri at liva upp til tey vallyfti vit góvu veljarunum og her hugsi eg serstakliga um tey tøk, ið skulu takast á tí sosiala økinum sigur formaður javnaðarfloksins, sum ikki dylur fyri, at hann helst sær eina samgongu millum javnaðarflokkin, fólkaflokkin og tjóðveldisflokkin.

Formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard er sera væl nøgdur við valúrslitið, hóast tað ikki eydnaðist flokkinum at gerast størstur aftur. Hann vísir á, at flokkurin gongur 6,7% fram og vinnur tveir tingsessir aftur.

-Hetta er eitt ótrúliga gott úrslit, men hinvegin var matematikkin ikki við okkum hesaferð eins og hon var í 1990. Vit mistu mannin í Sandoynni og vóru ov stuttir til 3. mannin í Suðuroynni. Her restaðu bert fáar atkvøður í at fáa tveir tingmenn aftrat.

-Vit fáa 21,9% av atkvøðunum og í mun til valið í 1994 er hetta eitt ótrúliga gott úrslit. Taka vit Havnina, gjørdist flokkurin næststørstur í Havn og fær tvey umboð. Nakað, sum er sera gleðiligt. Í Suðuroynni gingu vit 10% fram og restaðu bert 27 atkvøður í at fáa 3. mannin.

Eg takki øllum, sum hava stuðlað okkum fyri at fáa hetta góða úrslit, og vit vilja leggja okkara orku í at fáa ta ávirkan vit kunnu, soleiðis at vit fáa framt tær broytingar, sum eru neyðugar.

Her hugsar Jóannes Eidesgaard fyrst og fremst um sosiala umsorgarpartin, sum flokkurin legði so stóran dent á í valstríðnum - men hann hugsar eisini um tey uppskot, sum flokkurin hevur til broytingar í ríkisfelagsskapinum.

Um samgongumøguleik -arnar eftir valið sigur formaður javnaðarfloksins, at hann fegnast um, at vit ikki fáa eitt borgarligt landsstýri. -Teir kunnu mynstra 17, men tá skulu teir liva við at hava Edmund Joensen sum 17. mann, og tað skilji eg, at fólkaflokkurin er ikki so heitur fyri.


ACE

Hann heldur sjálvur, at ein møguleiki fyri eini munadyggari samgongu, eru teir tríggir flokkarnir, sum myndaðu landsstýrið í 1975, nevniliga javnaðarflokkurin, tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin. Ein slík breið samgonga hevur rættiliga stóran meiriluta aftanfyri seg.


-Nú legði javnaðarflokkurin stóran dent á í valstríðnum at bjóða seg fram til løgmansembætið. Útilokar tú nú møguleikan fyri, at javnaðarflokkin kann fáa løgmann í eini samgongu?

-Eg vil henda venda tí við og siga: um ein samgonga við javnaðarflokkinum, tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum kemur upp á tal, so er greitt, at javnaðarflokkinum vil bjóða seg fram við øllum tí potentiale, sum flokkurin eigur, eisini á løgmansøkinum.

Uppá fyrispurning um javnaðarflokkurin kann fara longur í tjóðskaparspurninginum enn hann hevur lagt upp til - fyri at koma í samgongu saman við tjóðveldisflokkinum - sigur Jóannes Eidesgaard, at flokkurin var ikki loysingarflokkur fyri valið og er tað heldur ikki eftir valið. -Nú má tjóðveldisflokkurin spæla út við tí hann ynskir og heldur seg kunna fáa meiriluta fyri. Men er hetta ov víðgongt, so er ikki eingin trygd fyri, at javnaðarflokkurin kann góðtaka tað. Jóannes Eidesgaard ivast eisini í, um fólkaflokkurin fer at góðtaka ov víðgongd tjóðveldiskrøv á tjóðskaparøkinum.

-Tjóðveldisflokkurin veit, hvat javnaðarflokkurin stendur fyri, og stórur partur av tjóðveldismanningini hevur góðar royndir av samarbeiðinum við júst javnaðaflokkin.

Hann vísir á, at skuldi tað hent, at tjóðveldisflokkurin ikki fær undirtøku fyri sínum krøvum, so vil tað verða javnaðarflokkurin, sum næststørsti flokkur, ið fær initiativið.

Annars heldur Jóannes Eidesgaard, at Edmund Joensen átti at havt lagt kongin longu undir formansumfarinum í loftmiðlunum valkvøldið.


Fara at brúka fólkatingssessin skilagott

Vit spurdu, hvussu javnaðarflokkurin fer at brúka fólkatingssessin, um flokkurin verður við ella uttan fyri eina komandi samgongu.

-Uttan mun til hvat landsstýri vit fáa, so fari eg at vera loyalur yvir fyri tí, sum kemur frá føroyskari síðu og vil brúka sessin til at hjálpa at fáa eina góða loysn fyri Føroyar.

Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at tað hevur stóran týdning, at javnaðarumboð verða við í tí nevnd, sum um stutta tíð skal til Danmarkar at samráðast um bæði bankamál og skuld.

Tað vil flokkurin gera alt fyri.