Erla er best av øllum

5-mannafør kvinnur: Einasti kappróðrarbáturin, sum í summar hevur vunnið

allar róðrarnar, er Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði við kvinnum

Einasti kappróðrarbáturin, sum í summar hevur vunnið fult stigatal, er Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði við kvinnum. Í dag vann Erla Kongsdóttir enn einaferð ógvuliga sannførandi sigur í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum. Harvið hava tær úr Fuglafirði vunnið 49 stig, og tað er fult stigatal. Erla Kongsdóttir er einasti báturin, sum hevur fult stigatal. Erla Kongsdóttir við kvinnum var eisini FM vinnari í fjør. Kappingin um silvurplássið var stórur undan róðrinum, og talan var eisini um tætta kapping á Havnarvág. Tað endaði við, at Ritan úr Hvannasundi/Norðdepli var klárt nummar tvey, og Teistin av Argjum var nummar trý. Harvið vann Ritan silvur og Teistin bronsu.

1

Erla Kongsdóttir

05:03.02

 

 

2

Ritan

05:08.13

 

 

3

Teistin

05:10.06

 

 

4

Sílið

05:11.17

 

 

5

Drekin

05:15.15

 

 

6

Ørnin

05:16.01

1

Erla Kongsdóttir

49

 

 

2

Ritan

39

 

 

3

Teistin

38

 

 

4

Drekin

25

 

 

5

Ørnin

18

 

 

6

Sílið

14

 

 

7

Jallurin

4