Hvørja ferð tær bjóða seg fram endar tað við uppvísningi. Tær í Fuglafirði umborð á Erlu Kongsdóttir vísa so sannførandi avrik, at tað stendur einki aftanfyri professionellar rógvarar.
Erla Kongsdóttir var næstan tjúgu sekund undan teimum báðu næstu bátunum. At vinna so sannførandi sigur er ikki á hvørjum ári.
Stóra kappingin var um næstfremsta plássið. Svanur av Skála var góða løtu væl meiri enn eina bátslongd undan Havfrúnni úr Vestmanna. Men í endaspurtinum styttist og styrrist millum hesar báðar bátarnar. Tað eyndaðist tó ikki hjá Havfrúnni at taka Svan.
1 Erla Kongsdóttir 6:23.06
2 Svanur 6:41.34
3 Havfrúgvin 6:42.05
4 Teistin
5 Junkarin