Erland: Av gomlum vana

Hesar seinastu tríggjar mánaðirnar hava føroyingar havt møguleika at velja millum tvey flogfeløg, tá flúgvast skuldi til Keypmannahavnar.

FaroeJet byrjaði nevniliga at flúgva uppá Føroyar 15. mai í ár, meðan Atlantsflog fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988.

Vit hava hitt trý fólk á gøtuni og spurt tey um Føroyaflúgvingina. Spurningarnir vóru soljóðandi:

1) Hevur tú flogið við FaroeJet?

2) Hví?


Erland Viberg Joensen úr Havn starvast sum savnsvørður í Tórshavnar Kommunu. Enn hevur hann ikki roynt flogfarið hjá FaroeJet.
- At eg havi flogið við Atlantsflogi er mestsum av gomlum vana. Atlantsflog er eitt gott flogfelag og sum veitir ferðafólkunum eina góða tænastu.
- Eg haldi tó, at vit hava brúk fyri tveimum flogfeløgum. Tað er gott at hava føroysk feløg, tí tey skapa føroysk arbeiðspláss.