Allan Simonsen hevur ikki verið kendur sum tann maðurin, sum hevur sagt mest í fjølmiðlunum, og hann hevur hildið familjulívið privat. Tað ger hann ikki í nýggju bókini “Europas bedste 30 år efter”. Har skrivar hann rættiliga persónligt og erligt um, tað sum honum hevur verið í fótbóltinum og í privatlívinum. Allan Simonsen skrivar um einsemi sum fótbóltsspælari í Týsklandi, um hóttanir í Barcelona, um hjúnarskilnaðin frá konuni Anette, sum hann var saman við í 31 ár, og um at hann kennir á sær, at hann hevur svikið børnini hjá sær.