Norski Erling B. Håland er kosin til ”Golden Boy” í 2020. Hetta er ein heiður, sum verður latin besta unga spælaranum (Undir 21 ár) í Evropa. Tað er italska fótbóltstíðarritið, Tuttosport, sum letur heiðurin.
Hesa ferð er tað 20 ára gamla málmaskinan úr Norra, Erling B. Håland, sum hevur vunnið heiðurin. Hann fekk flestar atkvøður frammanfyri Ansu Fati hjá FC Bacelona og Alphonso Davies úr Bayern Munich.
Erling B. Håland hevur skorað 44 mál í 44 dystum í farna kappingarárinum. Hann byrjaði kappingarárið í Redbull Salzburg, men skifti síðani til Borussia Dortmund, har hann hevur hildið fram at skjóta mál.
Listin telur fleiri av mest spennandi spælarunum í Evropa. Søgan sigur eisini, at vinnari av ”Golden Boy” heiðrinum hevur eina bjarta framtíð. Síðani Tuttosport byrjaði við hesum í 2003 hava spælarar sum Lionel Messi, Wayne Rooney, Cesc Fabregas, Segio Aguero, Mario Götze, Paul Pogba, Raheem Sterling, Anthony Martial, Kylian Mbappé og João Félix vunnið tað.
Tað eru ítróttarskrivarar hjá Tuttosport, Bild, Blick, A Bola, l'Équipe, France Football, Marca, Mundo Deportivo, Ta Nea, Sport Express, De Telegraaf og The Times. Her er teir 17, sum hava fingið flest atkvøður hesaferð.
1) Erling Haaland, Borussia Dortmund
2) Ansu Fati, Barcelona
3) Alphonso Davies, Bayern Munich
4) Jadon Sancho, Borussia Dortmund
5) Eduardo Camavinga, Rennes
6) Dejan Kulisevski, Juventus
7) Phil Foden, Manchester City
8) Dominik Szoboszlai, RB Salzburg
9) Bukayo Saka, Arsenal
10) Vinicius Jr, Real Madrid
11) Ferran Torres, Manchester City
12) Mason Greenwood, Manchester United
13) Sandro Tonali, AC Milan
14) Sergino Dest, Barcelona,
15) Ryan Gravenberch, Ajax,
16) Rodrygo, Real Madrid
17) Jonathan David, Lille