Ernst S. Olsen er settur í starv sum ráðgevi hjá NORA fram til desembur 2017.
NORA, Norðurlendska Atlantssamstarvið, søkti fyrr í ár eftir einum ráðgeva í tíðaravmarkað starv fram til 2017. Arbeiðsbyrðan hjá stovninum var økt, og tí var neyðugt at seta eitt fólk afturat.
Heili 171 fólk úr Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Grønlandi søktu starvið, men at enda valdi stýrið at seta Ernst S. Olsen í starvið. Fýra fólk, tveir føroyingar, ein dani og ein norðmaður, vóru biðin um at koma til samrøðu.
Ernst S. Olsen er 50 ára gamal og búsitandi í Havn. Hann hevur royndir frá norðurlendska samstarvinum í føroysku uttanríkistænastuni, hevur verið aðalstjóri í Útnorðurráðnum og fulltrúi á løgmansskrivstovuni, har hann hevði ábyrgd av samstarvinum við Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið.
Frá hesum størvunum hevur Ernst S. Olsen tí góðan kunnleika til NORA, NORA-økið og samstarvið í útnorðri. Hann hevur eisini viðkomandi royndir frá undirvísing, fjølmiðlum og forlagsvinnuni. Útbúgvingarnar hevur hann nomið sær á University of East Anglia, Den Danske Eksportskole, University of Aberdeen og Háskóla Íslands. Í løtuni er hann í ferð við at nema sær eina masterútbúgving í West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum.
Ernst S. Olsen tekur við starvinum seinast í septembur.