Ert tú dement?

10 tekin

1. Minnið viknar, so tað ávirkar arbeiðsavrikið. Men tað ikki óvanligt at gloyma uppgávur av og á – og so at minnast aftur seinni. Fólk við minnissvinni gloyma oftari og minnast ikki aftur seinni.

2. Tú hevur ilt við at greiða vanligar gerandisuppgávur. Fólk við minnissvinni kunnu matgera, men gloyma at seta matin á borðið, ella at tey yvirhøvur hava gjørt mat.

3. Máltrupulleikar. Fólk við minnissvinni gloyma heilt einføld orð og seta onnur orð í staðin, so tað, sum tey siga, verður óskiljandi.

4. Gloyma tíð og stað. Fólk við minnissvinni kunnu villast uttanfyri hjá sær sjálvum, og tey vita ikki, hvat tey gera har ella finna ikki heimaftur.

5. Lítið og einki skyn. Fólk við minnissvinni kunnu heilt gloyma, at eitt barn er inni – og hvør eigur barnið. Tey kunnu eisini lata seg í vetrarklæði á sumri ella lata seg í fleiri húgvur uttan á hvørja aðra.

6. Ilt við at hugsa í myndum. Fólk við minnissvinni gloyma viðhvørt tølini og hvussu tey kunnu nýtast.

7. Gloyma lutir. Fólk við sinnissvinni kunnu leggja strúkijarnið í frystaran ella seta sukurskálina í kustaskápið.

8. Skiftandi hýrur og atburður. Fólk við minnissvinni kunnu gerast í ringum hýri eftir einum lítlum bili og vit vita ikki hví.

9. Lyndisbroytingar. Fólk við minnissvinni kunnu broytast sera nógv, og gerast óð og ørkymlaði.

10. Tvørrandi virkishugur. Fólk við minnissvinni kunnu gerast rættiliga óvirkin, og tey skulu stimbrast, eggjast og stuðlast í næstan øllum.


Við aldrinum kann tað henda, at vit stúra óneyðuga nógv fyri, um okkum bagir eitt hvørt í heilanum, tí vit hava ilt við at minnast, sum vit plagdu. Tíbetur er í flestu førum talan um fyribils minnissvinn, ið kann koma av strongd, ringum svøvni, trupulleikum ella øðrum.

Hjá summum verður minnissvinnið varandi. Tí hevur Alzheimerfelagið givið út faldaran um 10 tey vanligastu eyðkennini um minnissvinn, har Alzheimers er sjúka tann vanligasta.