Eru aftur farin undir samráðingar um frið í Ukraina

Annar friðarsamráðingardagurin millum Ukraina, USA og Russland er byrjaður. Fundurin verður hildin í Abu Dhabi.

Hetta samráðingarumfarið byrjaði mikudagin.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Londini hittust fyri fyrstu ferð 23. og 24. januar fyri at semjast um, hvussu tey skulu enda næstan fýra ára langa innrásina í Ukraina.

Hóast eingin semja fekst í januar, varð fundurin av øllum pørtum lýstur sum uppbyggjandi.