Eru børnini í Havn ein bagatell?

Meðan millionaupphæddir verða settar í stadionmastrar, skoytuvøll og golfvøll, ætlar býráðssamgongan í Havn – triðja árið á rað – at skerja játtanina til Dagstovnaøkið í Havn. Almenni politiski boðskapurin um, at Havnin hevur ein sunnan búskap og raðfestir trivnaðin hjá barnafamiljunum, stendur í skarpari andsøgn við veruleikan á dagstovnaøkinum

------------------------------------------------
Maud Wang Hansen, Pedagfelagið
------------------------------------------------

700 krónur minni til hvørt barnið í 2012.
Hetta er jólagávan, sum foreldur at børnum, sum ganga á dagstovni í Havn kunnu vænta sær frá Tórshavnar býráð, um býráðsmeirlutin í Havn fær sín vilja.
Triðja árið á rað ætlar býráðið í Havn at skerja játtanina til kommunalu barnaansingina, og um uppskotið til fíggjarætlan fyri 2012 verður samtykt, so minkar játtanin við 1,3 millión aftrat næsta ár.
Pedagogfelagið harmast gongdina og mótmælir teirri politisku raðfestingini, sum fer at fáa óhepnar avleiðingar fyri dagstovnaøkið í Havn.

Rakar frítíðarskúlarnar hart
Í Tórshavnar kommunu eru 38 dagstovnar, sjey av teimum eru frítíðarskúlar ella hava eina frítíðarstovu og rúma børnum úr forskúlanum, 1. og 2. flokki.
Frítíðarskúlanir hava rættuliga merkt sviðan av sparingunum tey seinastu árini, og sambært uppskotinum til fíggjarætlan skulu teir spara 400.000 krónur afturat næsta ár.
Hetta hendir samstundis sum krøvini til frítíðarskúlarnar og tørvurin at bjóða námsfrøðilig tilboð til børnini eftir skúlatíð veksa alsamt. Umboð fyri umleið túsund foreldur í Havn fara væntandi í hesi vikuni á fund við býráðið við einum ynski um, at frítíðarskúlanir skulu vera opnir arbeiðsdagar, tá ið skúlin er stongdur. Og ein størri part av summarinum við.
Hvussu býráðið skal kunna ganga borgarakravinum um ein betri frítíðarskúla á møti – við aftur at skerja játtanina til frítíðarskúlaarnar – kann vera ógvuliga trupult at síggja.

Stovnar undir trýsti
Nógv tann størsti parturin av játtanini til dagstovnaøkið fer til lønir. Við sáttmálasamráðingarnar í fjør fingu vit eina lønarhækking – upp á 1%. Hendan lønarhækking skuldi finnast innan givnu fíggjarkarmar á hvørjum einstøkum dagstovni í Havn. Haraftruat er álagt øllum stovnum at spara 10 % í orkunýtsluni, uttan at taka hædd fyri vaksandi oljuprísum og er hetta eisini eitt slag av sparing.
Hetta boðar ikki frá visjónum, menning ella framburði á dagstovnaøkinum. Einum øki, har nógv av starvsfólkunum mugu taka til takkar við nakrar av landsins lægstu lønum – í einum landi, sum telist millum tey dýrastu í Evropa. Einum øki, sum skuldi verið ein grundleggjandi fortreyt fyri tí trivnaði og fólkavøkstri, sum vit øll – ikki minst politikararnir – tosa so nógv um og so fegin vilja síggja.

Eru børnini ein bagatell?
Tá fíggjarætlanin fyri 2012 kom til 1. viðgerð boðaði Levi Mørk, limur í býráðsmeirlutanum frá, at hann kundi ikki taka undir við sparingini á dagstovnaøkinum. Tað harmaði býráðsformannin, sum segði við Rás 2, at tann eina milliónin hóast alt er lítið at rokna í mun til tað samlaðu fíggjarætlanina upp á slakar 700 milliónur.
Vit vilja mótmæla, at býráðsformaðurin á hendan hátt ger sparingarnar á kommuna dagstovnaøkinum til reinar smálutir. Tí talan verður um sparingar, ið koma sum steinur omaná byrðu og sum sanniliga fara at ávirka tænastuna til tað verra. Fyri tey meira enn 2.000 børnini í kommunalu dagstovnaskipanini og foreldur teirra er sparingin ið hvussu so er ikki nøkur bagatell.

Undarligar raðfestingar
Í fíggjarætlanini fyri 2011 kunnu vit lesa, at Tórshavnar Býráð satsar upp á tey bleytu virðini, har trivnaður er millum familjurnar við børnum og ungum, og hjá teimum eldru. Dagstovnaøkið skal vera "á einum støði, ið nøktar tørvin hjá familjunum."
Eitt virðiligt lyfti, má sigast.
Tað er alla æru vert, tá ið býráðið sigur, at tað í 2012 skulu gerast stórar íløgur í trivnaðin hjá borgarunum. Men tað er hinvegin undrunarvert hvussu politiska skipanin uttan stórvegis hóvasták kann raðfesta milliónaíløgur í stadionljósmastrar, nýggjan skoytuvøll og ein golfvøll fyri 5 milliónur krónur, tá ið kommunan ikki hevur ráð til eina so grundleggjandi tænastu sum frítíðarskúlar og dagstovnar.
Hetta kann vera ringt at skilja. Væl at merkja, um vit líka síggja burtur frá, at 2012 er kommunalt valár.
Men hvat nyttar tað, at vit kunnu standa á skoytum á Skálatrøð ella spæla golf á Glyvursnesi, um grundleggjandi samfelagstænastur verða píndar niður, so at tær ikki megna at vera á einum støði, sum nøktar tørvin hjá familjunum – soleiðis sum býráðið hevur lovað.
Tað eru so neyvan raðfestingar sum hesar, ið fáa fólk at støðast og koma heimaftur til Havnar.
Gamaní krevst góð stýring í avbjóðandi tíðum, sum hesum. Men Havnin hevur ein sunnan búskap. Tað staðfesti sjálvur borgarstjórin við stórum stavum í almennum lesarabrævi so seint sum leygardagin.
Og ein býur við einum sunnum búskapi hevur sjálvandi ráð til eitt virðiligt dagstovnatilboð.