Svarid er nei!
Í londunum runda um okkum hava politikarar og embætisfólk sett sær sjálvum henda spurning. Vit hava ju dømi um her hjá okkum frá politiskari síðu, at vit umhugsa og velja at steingja heimasidur á alnetinum og frásiga okkum sostatt at fáa ávísar KT-tænastur, av tí at vit ikki fylgja við á lógarøkinum.
Í staðin fyri at dagføra lógarøkið, soleiðis at vit eru við á hesum framúr góða øki, ja í staðin umhugsa vit at steingja heimasíður, ið vit kundu fingið gagn burturúr.
Vit eru annars næstan øll somul brúkarar av alnetinum í dag og av KT yvirhøvur.
Men sæð frá politiskari síðu eru vit framvegis eitt ídnaðarsamfelag og ikki eitt KT- land ella eitt T-land.
Tí lítið og einki verður gjørt frá politiskari síðu fyri at fylgja við KT-tíðini.
Hinvegin, eru londini rundan um okkum farin víðari til tað, sum tey kalla tann ”talgilta tíðaraldurin”, og kunnu hesi lond longu nú kalla seg D ella T-lond innan kunningartøkni.
Tey hava longu orðað ein politikk, har hugtøk um uppihavsrætt, API og onnur KT-hugtøk eru partur av lógarverkinum.
Somuleiðis eru lógarteksturin innan fleiri øki broyttur samsvarandi KT tíðini og tørvinum hjá tí einstaka og samfelagnum.
Eitt nú hevur Danmark sett sær fyri at skapa stóra menning í T-tíðini innan KT.
Vinnulív, kommunur, brúkarar, politikarar, universitetini og embætisfólk eru í felag um hetta átak fyri at menna Danmark og fyri at útvega nýggjar vinnumøguleikar. Hugsað verður um at bøta um kappingarførið og at hækka tænastustøðið.
Tíverri hava politikarar her á landi ikki í nóg stóran mun eygað á KT-økinum og allar teir stóru møguleikar, sum har eru.
Serliga fyri eitt land sum Føroyar, ið bert hevur eina høvðusvinnu, hevur tað stóran týdning, at ein meira víðsýndur KT-politikkur verður settur út í kortið.