Nú um dagarnar vitjaði bretski sendiharrin í Danmark, Andrew Bache í Føroyum. Hetta er aðru ferð, at hann leggur leiðina henda vegin, og tað er eisini ein sera fegin sendiharri, sum sigur frá upplivingum sínum í Føroyum.
-Tykkara land er ómetaliga vakurt, og fólkini her eru so blíð og vinsom. Tú kennir teg væl at vitja á hesum oyggjum úti í Atlantshavi sigur Andrew Bache, sum undir vitjanini í Føroyum vitjaði umboð fyri myndugleikarnar, eitt nú løgmann og annars fleiri pláss í landinum.
M.a. legði hann leiðina framvið Klaksvíkini. Andrew Bache sigur, at tað er sera hugaligt at vita sær, at Bretland stendur sum nr. 2 á listanum yvir handilspartnarar hjá Føroyum. Sjálvur heldur hann, at føroyingar eiga at vera fegnir um at hava so góð viðurskifti við Bretland, tí hetta tænir eisini føroyskum búskapi. Meðan føroyingar útflyta til Bretlands fyri meira enn 500 mill. kr. um árið, innflyta vit fyri umleið 150 mill. kr. úr Bretlandi. So ójavnin er so avgjørt til okkara fyrimun.
Andrew Bache sigur, at hann undir vitjanini m.a. legði sær í geyma, at fyri pláss sum t.d. Klaksvík, hevur útflutningurin til Bretlands stóran týdning. Eitt nú seldi Skálaberg veiðuna til Bretlands um tað mundið sendiharrin vitjaði í Føroyum og fór fiskurin fyri metprís. -Slíkt kunnu vit bert fegnast um leggur hann aftrat.
Undir vitjanini í Føroyum var eisini nógv tosað um útbúgvingarsamstarv. Í dag ganga fleiri føroyingar á skúlum í Skotlandi og Bretlandi. Andrew Bache vónar, at hetta útbúgvingarsamstarv kann mennast.
Andrew Bache vónar, at samvinnan sum heild millum londini kann økjast enn meira og er hann m.a. sera fegin um, at Atlantsflog hevur tikið stig til at flúgva uppá Skotland. -Her eru so nógvir møguleikar fyri samvinnu, at vit hava vissuliga nógv at tosa um komandi árini sigur sendiharrin, sum tó viðgongur, at marknatrætan ikki júst eggjar til víðari samstarv.
Marknatrætan
-Eg ivist ikki í, at vit kunnu arbeiða væl saman á oljuøkinum, men fyrst mugu vit í felag royna at loysa marknaspurningin. Í løtuni hava vit ?a window of opportunity?, sum hann málber seg tvs. at møguleikin stendur opin fyri at finna eina loysn.
-Tað eru felags áhugamál, sum gera, at báðir partar eiga at tosa positivt saman komandi tíðina, soleiðis at vit fáa eina loysn um ikki so langa tíð.
Andrew Bache vísir á, at kemur einki burtur úr komandi samráðingunum, so er alternativið at fara til dómstólin í Haag. Hendir tað, so fer tað at taka 3-5 ár at loysa málið, og hetta verður ómetaliga dýrt fyri Føroyar og eisini fyri Bretland.
-Men tað, sum kanska telur enn meira, er, at ein slík seinking kann gera, at oljufeløgini taka seg aftur av hesum økinum. Tí eru tað nógvir orsøkir til, at vit samráðast víðari. Tit hava fingið eina nýggja stjórn og vit eisini. Og báðar tykjast tær vilja hava samráðingarnar í gongd aftur. Sostatt sær alt hetta gott út.
Andrew Bache vísir á, at tá talan er um samráðingar, so er greitt, at hesar mugu enda við at vera ?fair? fyri báðar partar.
Uppá fyrispurning hvat hann heldur um eina ella aðra joint-venture avtalu um umstrídd øki - sum vit kenna úr øðrum londum, eitt nú millum Indonesia og Australia - um málið ikki verður loyst í bræði, sigur Andrew Bache, at tað er ómetaliga kompliserað at fyrisita slíkar loysnir. -Hetta er ikki nøkur løtt loysn, men sjálvandi er tað nakað, sum ein kann hyggja eftir.
Tosa ikki um fiskimark
-Skilur tú ikki føroyska kravið um, at tað er rímuligt, at fiskimark og landgrunnsmark er eitt og tað sama?
-Fyri tað fyrsta er at siga, at tað finst meira enn ein útlegging av fiskimarkinum. Og annars var tað so, at tá samráðingarnar vóru um fiskimarkið, varð hetta ikki ætlað eisini at fevna um landgrunnsmarkið. Nú hyggja vit bara eftir undirgrundini, og tað hevur einki við hvørki sjógv ella fisk at gera. Hetta er tveir ymiskir spurningar. Í hesum føri er tað eitt territorialmál.
Andrew Bache leggur tí stóran dent á, at tú kanst ikki brúka samráðingarnar um fiskimark til nú eisini at skilja samráðingarnar um eitt undirgrundarmark.
Bretski sendiharrin sigur, at tað nú hevur alstóran týdning, at føroyingar og bretar loysa marknamálið. Við lækkandi oljuprísum, við teimum stóru íløgum, ið skulu til fyri at arbeiða á djúpum vatni á Atlantsmótinum, megna oljufeløgini ikki at bíða eftir eini loysn í marknatrætuni í so langa tíð.
Uppá fyrispurning um bretar hava nakran áhuga í at seinka málið meira enn neyðugt sigur Andrew Bache, at bretar hava als ongan áhuga í at seinkað hetta málið. -Vit vóna nú, at føroyska nevndin ella umboðini vilja samráðast. Tá vit í fjør vórðu fúsir at samráðast, fingu vit onki svar frá føroyingum, sum áttu og framvegis eiga at taka næsta stigið. Um føroyingar nú eru sinnaðir til at taka eitt stig og koma við einum positivum uppskoti, so fara tit eisini at síggja, at vit frá bretskari síðu vilja vísa ein positivan vilja, vit vilja vera liðiligir og vit vilja vita , um tað ikki finst ein loysn, sum er so týdningarmikil fyri báðar partar.
-Men hvat sigur tú til ynskið frá fyrrv. løgmanni til Nyrup um ein fund á hægsta stigi?
-Eg kann bert siga, at embætismenninir eru ikki lidnir við sítt arbeiði. Tað er eingin orsøk her og nú til, at ovatu politisku leiðararnir í londunum møtast til at viðgera málið nú. Um báðir partar eru positivir og vilja vera liðiligir í samráðingunum, so er hetta ein uppgáva fyri embætismenninar.
-Metir tú tað var skeivt av Edmund Joensen, løgmanni at taka málið úr hondunum á embætismonnunum og koyra tað uppá politiskt stig?
-Tað mugu tit sjálvir svara upp á.
Auken og markið
Málið um markið hevur annars fingið nógva umrøðu í seinastuni. Danski orkumálaráðharrin Svend Auken segði við útvarpið í farnu viku, at hann hevði skilt støðuna soleiðis, at landsstýrið er sinnað til at taka nýggj stig í marknatrætuni, sum ganga út uppá at fáa kompromi, fyri harvið at fáa málið loyst sum skjótast. Í útvarpinum mánadagin vísir Anfinn Kallsberg, løgmaður hesum avgjørdur aftur. Landsstýrið hevur ikki tikið endaliga støðu til málið og tí heldur ikki til nakað kompromi. Tí er einki um varhugan hjá danska ráðharranum.
Annars hava verið fundir í vikuskiftinum millum løgmann, Árna Olafsson, leiðara av føroysku samráðingarnevndini og uttanlandsnevndina um, hvussu farast skal fram í marknatrætuni.
Mánamorgunin hevði Uttanlandsnevndin innanhýsis fund um málið. Sosialurin skilur, at løgmaður hevur eitt liðugt útspæl til nevndina at taka støðu til. Vit fáa ikki upplýst, hvat hetta snýr seg um, men tað líkasum liggur í kortunum, at tað verður tikið stig til fund við bretar í næstum fyri at vita, um gongd kann fáast á málið aftur. Og her er tað fatanin hjá blaðnum, at vísa bretar ikki vilja til at flyta seg meira, so steðgar tað upp, fer uppá politiskt stig ella endar í Haag.
Tað hevur annars verið naggatódn í málinum síðani juli í fjør. Tá komu bretar við einum útspæli, sum táverandi løgmaður, Edmund Joensen tó ikki helt føroyingar skuldu svara uppá.