Nú stillavikan er farin afturum, kann tú kanska betur loyva tær at gera viðmerkingar til nýggju dimensjónina, sum er komin í føroyiskan politikk, har átrúðnaður verður drigin niður á tað verðsliga politiska økið.
Sum trúgvandi kann tú ikki vera annað enn ógvuliga harmur og stúrin um hesa vend, stúrin tí hetta nýggja rákið kloyvir okkara tjóð. Tað sum vit fyrr vóru felags um og góð við, brúka vit nú til at íbirta skilnað og ófrið. Hví taka fleiri føroyingar undir við hesi broyting? Hvussu hunnu ávísir politikkarar og eisini ávísur flokkur taka sær patent uppá kristindóm? Patent upp á røttu trúnna? Er hetta ikki at seta seg oman fyri Gud? Er tað ikki Várharra, sum tekur endaliga støðu í hesum spurningi? Hava vit als ikki lært nakað av tí óskili, sum valdar í teim londum, har ártúnaður stýrir øllum verðsligum politikki, og har átrúnaður avgerð hvør sleppur at stilla upp?
Politikkur má ongantíð verða ein forðing fyri andaligum arbeiði, ið byggir á kristindóm, men tað øvuta eigur heldur ikki at koma fyri. Okkara demokratiska skipan er tíbetur so fræls, at allir tinglimir kunnu altíð greiða atkvøðu sambært teirra sannføring ella samvitsk.
Sigur halgabók nakað um átrúðna og politikk? Ja tað ger hon. Ì Markus evangelinum 12,. 13-17 sigur Jesus: Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er. Her vísir Jesus á tvær skipanir, eina sum byggir á lógirnar hjá keisaranum, og hina sum byggir á halgubók – á læru Jesusar. Jesus gav ongantíð nakra ávísing um, hvussu vit skulu skipa okkara verðsliga samfelag. Kanska er tað fleiri av okkum, ið vildu ynskt, at Jesus vísti okkum á eina politiska ideologi, men tað ger Jesus ikki.
Sambært Johannes evangelinum 6. – 15. ætlaði fólkið at gera Jesus til teirra kong – hann skuldi hjálpa teimum við tí verðsliga, gera verðsligar lógir, men Jesus vildi ikki. Ein kongur ella Keisari er ein verðslig leiðsla eins og eitt løgting.
Í Rómverjabrævinum 13. verða vit mint um at vera lýðin móti øllum yvirvaldi. Her verður hugsað um alla verðsliga yvirvøld. Eisini her finna vit greiðan skilnað millum tað verðsligu skipanina, og skipanina í halgubók.
“Mítt ríkið er ikki av hesum heimi” segði Jesus eisini og við hesum orðum vil hann helst siga okkum, at vit í hesum syndiga heimi sjálvi mega gera okkara fyribils lógir og fyriskipanir fram til tann dag, tá Gud verður alt í øllum.
Eingin læra er so stór, góð ella aðalborin sum læran um Jesus Kristus. Tann dag vit venda ryggin til Gud, verður okkurt annað okkara Gudur, og tá verða vit illa fyri. Vit kunnu eisini brúka orðini hjá Christian Morgenstern: Tey sum venda ryggin til Gud, tey sløkkja sólina fyri síðan at ganga víðari við eini lummalykt.
Nei føroyingar hava havt stóra virðing fyri kristindómi og hava duga sera væl at brúka ta gomlu demokratisku meginreglu um at halda átrúnað fyri seg og politikk fyri seg. Men tíverri síggja vit nú, at fleiri ynskja at broyta hesa meginreglu. Tað kennist sera ódámligt tá politikkarar nú royna at prýða seg við eini kristeligari glæmu, fyri betur at røkka sínum verðsligu politisku ætlanum.
Vísandi til nevndu ásetingum í halgubók skuldi valla nakar ivi veri um, at tú als ikki kann hava nakað veruligt trúðarfrælsi, um tú heldur fast við, at verðsligu lógirnar, ið alla tíðina broytast, kortini skulu tvinnast saman við tær ásetingar í halgubók, sum ongantíð verða broyttar. Tá tú blandar átrúnað og verðsligan politikk saman, so biður tú samstundis um eina verðsliga lógreligión, og tað er greitt tað øvuta av, hvat Jesus lærir, og slík lógreligión er eisini í stríð við okkara trúðarfrælsi. Vil tú hava trúðarfrælsi, so kann tú ikki samstundis noyða fólk við lóg at hava ávísa trúgv, ella rættari noyða fólk við lóg at skilja halgubók, soleiðis sum tú skilir hana – hvør sigur, at tú hevur tað einasta rætta svarið uppá, hvussu halgubók skal skiljast?
Gud hevur givið okkum menniskjum fult frælsi at gera og trúgva, sum vit vilja, og av hesum kemur læran hjá Luther um tvær skipanir, skilnaðin millum tað verðsliga-potittiska og tað átrúnaðarliga, og av hesum koma vit eisini fram á skrivingina hjá schweiziska gudsfrøðinginum Karl Barth, um tvey samfeløg, ið mega læra at liva friðaliga saman, tað hann kallar:Svørsins samfelag og Krossins samfelag.
Tann kristni, sum fer upp í politikk, má altíð hava fyri eyga, at hann ella hon skal smíða karmar fyri eitt samfelag sum skal rúma bæði teimum, ið trúgva, og teim ið ikki trúgva. Hennara ella hansara høvuðskveikjan til politikkin verður eyðsýnt trúgvin. Hóast flest okkara halda, at kristna trúgvin gevur bestu karmanar, mugu vit kortini ongantíð beinleiðis lóggeva kristindóm.
Ì tí partinum av Guds longu søgu vit liva í, liva vit í tíðini har Gud hevur valt ikki at hava ein teokratiskan stat, ein stat ið lóggevur tað rætta.
Gamaní, allir gudsfrøðingar, søgufrøðingar og heimspekingar eru ikki á einum máli um tað rætta í at halda átrúnað og politikk atskilt. Eisini politikarar í vesturheiminum halda tað vera rætt at blanda politikk og átrúnað saman, til dømis Georg W. Bush.
Dømini um hvussu tað kann ganga, og framvegis gongur í teim londum, har átrúnaður hevur alla avgerðina um, hvussu tær verðsligu lógirnar skulu vera, eru sera ræðandi.
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin í tí krígsherjaða Libanon Georges Corm, hevur skriva áhugaverda bók um politikk og átrúnað.Hann skrivar m.a. at brúk av átrúnað í politikki er ein nýggjur teinur í teirri stóru kreppu, sum hevur rakt vanligu mannagongdum fyri samskipan millum lond og eisini heima hjá hvørjum landi sær. Hendan nýggja mannagongd hevur elvt til reinan hurlivasa, ið gevur eina grugguta mynd av tí ólag, sum eyðkennir heimin í dag.
Um eg havi skilt flølmiðlanar rætt, so hevur verandi samgonga (tó undantikið Finnur Helmsdal) við kravi frá einum sonevndum “Kristiligum flokki” gjørt semju um, at ávís etisk mál verða ikki tikin til viðgerðar í løgtinginum. Hetta er dømi um, at politikkur og átrúnaður verður blandað saman. Slík semja er ódemokratisk, og hon gevur boð um, at vit nú hava eina samgongu, sum ikki hevur dirvi at viðgera øll mál, ella sum ikki veit, hvussu etisk mál skulu viðgerast.
Umberingin hjá løgmanni og varaløgmanni um, at eitt ávíst etisk mál verður ikki tikið fram, tí tað ikki hevur meiriluta í løgtinginum, er ein sera løgin og ússalig umbering. Eru vit nu komin so langt av leið, at vit bara skulu tosa ella viðgera mál, sum vit vita, at ein meirluti í løgtiginum tekur undir við? Er tað ikki meira virðiligt, og eisini í samsvar við okkara trúðarfrælsi at geva einum stórum meiriluta í løgtinginum loyvi at siga kortanei til eitt lógaruppskot, sum er í stríð við læru Jesusar, heldur enn at seta beinleiðis bann fyri etiskum spurningum?
Skal løgtingið viðgerða etisk mál?
Ja tað skal løgtingið gera, men hvussu skulu vit, sum trúgva á læru Jesusar, viðgera slík mál?
Tað kunnu vit gera við at venda aftur til ta góðu gomlu skipanina har allir verðsligir politiskir flokkar geva rúm fyri øllum átrúnaðarligum áskoðanum, samkomum og fólkakirkjulimum. Ein skipan sum loyvir øllum tinglimum at standa púra leysir av sínum flokki, tá ið etisk og átrúðnalig mál eru á skránni, soleiðis at hvør limir tá bert hugsar um sína trúgv og sannføring.
Venda vit aftur til hesa friðaligu og demokratisku skipan, sleppa vit undan at hava ávísan flokk, sum heldur seg vera meira kristnan enn hini, og tá kunnu vit eisini siga eins og forsætisráðharrin Poul Hartling, sáli: Eg útinni ikki kristnan politikk, men eg útinni politikk sum kristin.
Og tá kunnu vit aftur óttaleys og í friði hava okkara persónligu trúgv og samstundis vera okkara yvirvaldi lýðin, so sum Jesus lærir okkum.
Tað bilar vónandi einki um vit læra at vera minni “religiøs” men heldu meira Kristin?
Søgan yvir fleiri túsin ár hevur lært okkum, at allar lógreligiónir, ella allar royndir at blanda politikk og átrúðnað saman, hevur bara elvt til kúan, neyð og vesaladóm. Men hóast søgunar læru síggja vit kortini framvegis, at stórur partur av heimsins íbúgvum liva í áhaldandi ótta og neyð orsaka av beiskum átrúnaðarligum stríði og ósemjum.
Og nú er so hetta óhugnaliga rák við at festa røtir her heima í okkara friðaliga landi.
Ein stór veljarakanning hjá Fynd vísir, at átrúnaður og etiskir spurningar kloyva okkara tjóð – eitt ræðandi rák, sum rekur burtur vanligt vit og skil.
Sigur halgabók nakað um § 266 b?
§ 266 b. er seinasta dømi um hvussu nógv óneyðugt stríð og klandur vit sjálvi skapa, tí vit ikki vilja halda politikk fyri seg og átrúðna fyri seg.
Tað mest løgna við stríðnum um § 266 b. er, at tað í heila tikið kundi elva til nakað stríð, tí málið er sera einfalt og als ikki í stríð við halgibók.
Um vit greina málið nærri, kan tað m.a. lýsast soleiðis:
Løgtingið hevur samtykt, at tað er ikki loyvt at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering” Ella sagt soleiðis, sum tað skal skiljast: Tað er ikki loyvt at gera mun á fólki vegna “teirra synd” Gaman í, við hesari lóg verður hugsað um ein minniluta, tey samkyndu, og sambært halgubók er tað synd, at vera samkyndur – soleiðis skilji eg eisini halgubók. Men hvat – eru vit ikki øll syndarar? Johannes evangeliið 8. 1-11 gevur okkum svarið. Hetta eru boðini til okkum, har Jesus m.a. sigur: Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fystur stein á hana. Og Matteus evangeliið 6. 14-15: Tí at um tit fyrigeva monnum misgerðir teirra, so skal himmalski faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum; men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki heldur fyrigeva misgerðir tykkara.Vit kunnu eisini í hesum sambandi lesa Lukas evangeliið 18. 10-14
Hóast hesi og mong onnur boð til okkum úr halgubók, so eru tað kortini fleiri føroyingar, sum framvegis eru ímóti, at vit hava eina lóg, sum sigur, at tú má ikki gera mun á fólki tí tey liva í synd.
Ein tinglimur fór úr sínum verðsliga politiska flokki, tí hann ikki kundi fara uppá kompromis við sína andaligu sannføring. Ein annar tinglimur fór úr samgonguni, tí hann ikki vildi gera kompromis við sína samvitsku. Slíkar grundgevingar halda ikki, og hava í hesum máli púra onga meining.
Okkara sannføring og samvitska verður bara ávirka av, hvat vit sjálvi hugsa og gera, og als ikki av hvat onnur halda ella gera. Eingin var í iva um, hvørja støðu hesir báðir tinglimir høvdu til § 266 b, teir hava báðir týðiliga og greitt gjørt vart við sína støðu, tað hava teir gjørt í sínum nevndararbeiði, í løgtinginum, í bløðnum, í útvarpi og sjónvarpi, og tískil var ongantíð nakar vandi fyri, at hesir tinglimir komu at gera kompromis við sína sannføring ella samvitsku. Eingin politiskur flokkur ella samgonga forðaði teimum í at atkvøða sambært teirra sannføring og samvitsku. Øll góðtóku, at teir atkvøddu sum teir gjørdu, og tískil var als eingin orsøk til at fara úr sínum flokki ella úr sínari samgongu. Hesir tinglimir fingu og hava framvegis fult trúðarfrælsi, men teir vildu ikki geva restina av tingliminum sama frælsi..
Fyrigevið um eg her havi sært nevndu tinglimir, tað er ikki mín ætlan, tvørturímóti, eg havi bara alt gott at bera teimum báðum, men í umrødda máli hava vit sera ymiskar áskoðanir. Eg havi ongan rætt at siga, at mín fatan er rættari enn tann, ið teir hava, tí ta avgerðina eiga vit ikki, men gott hevði kortini verið, um hesir tinglimir, ella onkur av teim mongu, sum eru ímóti § 266b. kundu víst meira ítøkiliga á, hvussu umrødda løgtingslóg er í stríð við halgubók.