Løgreglan gavst í gjárkvøldið at leita eftir fólki, eftir at ein bilur fór út av í Leirvík seinnapartin í gjár.
Seinnapartin ringdi fólk at boða løgregluni frá, at ein bilur var farin á sjógv við gamla Leirvíksvegin. Leiting varð sett í verk alt fyri eitt, men einki fólk var at finna. Seinnapartin heitti løgreglan tessvegna á fólk um at siga frá, saknaðu tey onkran, tey kendu.
Men leitingin var til fánýtis og í gjárkvøldið góvust tey. Vit hava leitað so mikið væl, bæði á sjógvi og á landi, uttan at finna nakað, at vit hildu ikki, at tað var nakað endamál í at halda fram, sigur løgreglan.
Og løgreglan hevur framvegis ikki fingið boð um, at nakar er saknaður og sostatt leita tey ikki eftir fólki longur, sigur løgreglan. Men tey vita framvegis ikki, hvør koyrdi bilin. Bilurin hoyrdi til eitt virki og nógv fólk brúktu hann. Men akkurát, hvør hevði bilin seinnapartin í gjár, visti hann ikki.
Løgreglan fer at gera onkrar avhoyringar í dag, og so verður støða tikin til, hvussu farast skal fram, sigur løgreglan.