Skúvoyingar eru ikki blíðir, nú Strandferðslan hevur sett útróðrarbátin Comrade, sum í dag kallast Groth, í sigling um Skúvoyarfjørð.
Portalurin hevur fingið sendandi fleiri viðmerkingar um hesa avgerð, og tað eru tey, sum halda, at Strandferðslan ikki hevur gjørt sítt til at útvega skúvoyingum eina frægari loysn.
Tey, sum standa aftanfyri bátarnar, ið sigla við ferðafólki undir Vestmannabjørgunum og um hesar leiðir, siga, at Strandferðslan ikki hevur spurt seg fyri hjá teimum, hóast feløgini hjá Skúvadal og Lamhauge hava góðkendar bátar, Froy og Silju Star.
- Tað er tí ikki rætt, tá ført verður fram, at Groth er hin einasti báturin, sum kann fáast í eini handavend, og at Strandferðslan ikki fær nakran góðkendan ferðafólkabát at sigla, verður sagt.
Lagt verður aftrat, at Groth ikki stendur á listanum hjá Skipaeftirlitinum yvir góðkendar ferðamannabátar. Tann listin sæst her: www.fma.fo/Default.aspx