Fyrst í komandi mánaði verða úrslitini av Pisa-kanningini, sum 9. floks næmingar tóku lut í í fjør, almannakunngjørd.
Hesum boðar heimasíðan hjá Lærarafelagnum frá.
Pisa-kanningin í 2012 legði høvuðsdentin á støddfrøði; kanningin í 2009 legði dentin á lesiførleikan, og kanningin í 2006 á náttúruvísindi.
Í hvørjari Pisa-kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað. Tey eru lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir. Harumframt varð í kanningini í fjør eisini kannað, hvussu telduførleikin hjá næmingunum er.
Umframt spurningar í teimum trimum fakligu høvuðsøkjunum verða næmingarnir eisini bidnir um at svara spurningum um teirra bakstøði, eitt nú skúlagongd, kyn, familjustøðu, frítíðarvirksemi og hugburð til skúlagongd.
Næmingarnir hava tveir tímar at svara umleið 26 uppgávum, og harnæst einar 35 minuttir at svara spurningum viðvíkjandi teirra bakstøði. At enda skulu teir í 35 minuttir svara spurningum á teldu, sum skulu lýsa teirra telduførleika.
Mentamálaráðið hevur fingið føroyskar serfrøðingar at skriva frágreiðingina, sum verður kunngjørd um ein mánað ella so. Frágreiðingin verður skrivað sambært OECD-leisti, so føroysku úrslitini eru samanberilig við úrslitini hjá hinum londunum í PISA 2012.
Hóast kanningarúrslitið av seinastu Pisa-kanning var eitt sindur frægari enn úrslitið í kanningini frammanundan, kann ikki sigast annað enn, at tað var ógvuliga dapurt og als ikki nøktandi. Føroyar eru í niðasta triðingi av luttakaralondunum, og kunnu als ikki samanberast við hini Norðurlondini. Heili 35,8 % av føroysku næmingunum hava ein lesiførleika undir 2. markið sum PISA hevur ásett sum lægsta mark fyri virkisføran lesiførleika. Til samanberingar eru hesi somu tøl 17,5 % fyri Svøríki, 17% fyri Ísland, 14,9% fyri Noreg, 15,2% fyri Danmark og bert 8,1% fyri Finnland.