Skála hevur tapt seks dystir á rað, og hesar seks dystirnar hevur liðið ikki skorað eitt einasta mál. AB hevur tó ikki gjørt sær stórvegis dælt av hesum, og enn er Skála fimm stig frammanfyri argjamenn nú liðini møtast komandi vikuskiftið. Spurdur um hann selur dystin fyri ein javnleik, sum heldur som frástøðu millum Skála og AB, svarar Pauli Poulsen, høvuðsvenjari hjá Skála: - Dysturin er ikki til sølu, vit spæla um trý stig.
Hóast tað aftur var tap og málturkur ímóti B36 í dag, so heldur Pauli Poulsen, at hansara menn eru leikliga á rættari leið, og teir á Skála ætla avgjørt, at munurin, sum er millum Skála og AB á stigatalvuni skal haldast.
Um 0-2 tapið ímóti B36 í dag ásannar Pauli Poulsen, at tað oyðilegði teirra spæliætlan fyri ein stóran part, at Róaldur Jakobsen legði B36 á odda so tíðliga í dystinum. Hann heldur, at hansara menn reistu seg væl, og vóru væl við, men í dag var B36 effektivari, og tók sigurin heim.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Paula Poulsen aftaná 0-2 tapið hjá Skála ímóti B36 fyrr í dag.