United Kingdom Independence Party hevur lagt eina bumbu undir bretska valið til ES-tingið, sum verður í næstu viku.
Fremsta andlitið hjá loysingarflokkinum er tann kenda filmskvinnan Joan Collins. Tey flestu hava gjørt gjøldur burtur úr flokkinum, men tey hava broytt hugsan eftir eina veljarakanning hjá blaðnum The Daily Telegraph. Kanningin vísti, at hevði parlamentsval verið í Bretlandi nú, hevði loysingar-flokkurin fingið fimm pro-sent av atkvøðunum. Men ikki minni áhugavert var tað, at flokkurin kann fáa næstan 20 prosent av atkvøðunum á valinum til ES-tingið í næstu viku.
Politiskir eygleiðarar í Bretlandi siga, at andstøðan ímóti ES er vaksin nógv ta seinastu tíðina. Teir konservativu hava ongantíð dult fyri, at teir eru ímóti ov tøttum samstarvi í ES, og tí eru teir ímóti teirri ætlaðu grundlógini hjá samveldinum. Í einari sjónvarps-sam-røðu týsdagin segði formaðurin í konservativa flokkinum, Michael Howard, at hann vil ikki hava ES-grundlógina.
? Tað eru bara tjóðir, sum hava eina grundlóg. Eg vil ikki vera borgari í einum landi, sum eitur Evropa, segði Howard. Hann ávaraði samstundis veljararnar ímóti teimum víðgongdu, sum annaðhvørt vilja hava Bretland úr ES, ella sum vilja hava Bretland sum ein part av einukm evropeiskum ríki.