ES-forkvinnan vil hava Ungarn at avtaka pride-bannið

Luttakararnir á Budapest Pride skulu ikki óttast revsitiltøk frá løgregluni, sigur Ursula von der Leyen.

Ungarn skal avtaka forboðið hjá løgregluni móti at halda pride-gongu í høvuðsstaðnum Budapest leygardagin.

Tað eru boðini frá forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, í kvøld í einum uppslag á sosiala miðlinum X.

- Eg heiti á ungarsku myndugleikarnar um at loyva Budapest Pride at verða, skrivar hon.

- Hvørki fyrireikarar ella luttakarar skulu óttast revsitiltøk, stendur framvegis.

Fyriskipari av pride'ini hetta vikuskiftið, har tíggjutúsundavís væntast at luttaka, er LGBTQ-samfelagið í Ungarn.

Løgreglan bannaði pride-gonguni fyri einari viku síðani.

Hetta hendi eftir at ungarska tjóðartingið samtykti eina lóg í mars, sum gevur løgregluni grundarlag fyri at banna LGBTQ skrúðgongu. Endamálið skuldi verja børn.

Liberali borgarstjórin í Budapest, Gergely Karácson, hevur áður upplýst, at Budapest ætlar at hava pride-skrúðgonguna hóast løgreglubannið, hóast lógin er.

- Í hesum býnum eru ikki fyrsta- ella annaðfloks borgarar. Í hesum býnum vita vit, at bert saman kunnu vit vera fræls, segði Karácson.

Hann heldur ikki, at lógin um at banna LGBTQ-skrúðgongum er galdandi fyri tiltøk, sum býarstýrið skipar fyri.

- Ráðhúsið í Budapest skipar fyri Budapest Pride gonguni 28. juni sum eitt býartiltak. Punktum, skrivaði Karácson fyri stuttum á Facebook.

Tjóðskaparligi konservativi flokkurin hjá Viktor Orban, forsætisráðharra, Fidesz, hevur stóran meiriluta av sessum í tjóðartinginum.

Stjórnin hjá Orban førir ein avmarkandi politikk mótvegis LGBTQ-samfelagnum, og forsætisráðharrin segði longu í februar, at fyrireikararnir av Budapest Pride ikki skuldu gera sær ómak at skipa fyri pride-gonguni í ár.

Umframt at banna LGBTQ skrúðgongum, loyvir nýggja lógin løgregluni at brúka andlitseyðkenning til at eyðmerkja fólk, sum luttaka í pride skrúðgongum.

 

/Ritzau/

 

##med2##