ES fyrireikar rættarmál ímóti AstraZeneca fyri brotnar avtalur

AstraZeneca heldur seg hava livað upp til sína skyldur mótvegis ES. Men hesum er ES nevndin ósamd í.

 

ES nevndin boðaði í dag frá, at hon er farin undir at fyrireika rættarmál ímóti svensk-bretska heilivágsframleiðaranum AstraZeneca.

Í stevningini verður AstraZeneca lagt undir at hava brotið avtalur um veitingar av covid-19 koppingarevni. Samstundis verður felagið lagt undir ikki at hava havt eina álítandi ætlan fyri veitingar innan fyri rímiliga tíð.

Í mun til sáttmálan hevði heilivágsfyritøkan bundið seg til at veita 180 milliónir skamtir til ES í øðrum fjórðingsárið fyri tilsamans 300 milliónir evrur.

Írski heilsumálaráðharrin, Stephen Donnelly, gjørdi greitt longu í síðstu viku í tjóðartinginum, at eitt rættarmál fór at koma frá ES nevndini.

Stevningin snýr seg um, at AstraZeneda hevur svikið tað, sum avtalað var í sáttmálanum fyri mánaðirnar apríl, mai og juni, upplýsti ráðharrin.

AstraZeneca heldur seg hava livað upp til sínar skyldur. Felagið vil verja seg sjálvt í rættinum, og »gleðir seg at loysa ósemjuna so skjótt sum gjørligt«, stendur í boðunum frá AstraZeneca.

Málið verður ført við dómstólar í Belgia, tí tað er avtalað í sáttmálanum.

AstraZeneca hevur havt stórar veitingartrupulleikar og hevur fleiri ferðir verið noytt at boða frá seinkingum.

Koppingarevnið skuldi verið bulurin í skjóti koppsetingini í ES, men í fyrsta ársfjórðingi kundi framleiðarin als ikki lata tað, sum avtalað varð.

– Vit vilja tryggja, at tað verður skjót veiting og nóg mikið av skamtum, sum evropiskir boargarar hava rætt til, og sum er tryggjað í sáttmálanum, sigur talsmaðurin hjá ES nevndini, Stefan De Keersmaeher, sambært dpa.

Hann leggur dent á, at øll 27 ES londini stuðla avgerðini.

Tað eru bara veittar 31 milliónir skamtir av koppingarevninum til ES og til evropiska búskaparliga økið, síðani fyrstu veitingarnar komu. AstraZeneca satsar nú upp á at veita 70 milliónir skamtir í øðrum ársfjórðingi.

Sambært sáttmálanum skuldi tað snúgva seg um 300 milliónir skamtir.

/ritzau/AFP