ES-parlamentið hevur góðkent eitt milliarda lán til Ukraina.
Lánið er á 90 milliardir dollarar, sum svarar til umleið 567 milliardir krónur í okkara peningi.
- Uttan stuðul, hevði Ukraina ongar pengar havt til næsta fjórðngsár í ár.
Sagt verður, at stuðulin er galdandi fyri árið í ár og næsta ár.
- Tveir triðingar av pengunum fara til hernaðarlig endamál og vápnakeyp, fyrst og fremst úr ES-og EFTA-londum.
Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at hin seinasti triðingurin fer til landsins búskap.











