Í 2021 samansvóru nøkur av teimum størstu fótbóltsfeløgunum í Evropa seg um at stovna eina piratligu, ið var leys av evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. European Super League var hon nevnd. Eftir ætlanini skuldi hendan piratligan, ið hesi feløgini róku sjálvi útvega hesum feløgunum nógvan pening.
Men skjótt reistust viðhaldsfólk hjá fleiri av hesum feløgunum seg ímóti leiðslunum í hesum feløgunum. Harumframt hóttu bæði UEFA og tey ymisku fótbóltssambondini við útistongsli og revsing. Tað gingu ikki nógvir dagar, so boygnaðu leiðslurnar ein fyri og onnur eftir, og kastaðu handklæðið í ringin.
Nøkur fá feløg hava hildið fast við European Super League, men til endan var bert Real Madrid eftir.
Tey í Madrid hava nú innsæð, at eingin orsøk er at halda fast við eina verkætlan eingin tekur undir, og í dag boðar felagið frá á X - fyrrverandi Twitter - at Real Madrid fer úr verkætlanini, ið sostatt hevur fingið endaliga banahøggið.
##med2##











