ES gongur aftur

Oddagrein:

ES málið er sum eitt spøkilsi, ið ikki letur seg mana í jørðina, men stútt og støðugt gongur aftur. Uttanríkisráðharrin hevur parkerað málið í eini serfrøðinganevnd. Hetta er tann klassiska loysnin, tá politikkarar ikki tora ella vilja nema við eitt mál. Tað er rættiliga greitt, at ABC2 samgongan ikki hevur nakran serstakan hug at taka støðu til hetta sera stóra og politiskt vandamikla mál í hesum valskeiði.

 

Tað er bert ein av samgonguflokkunum, ið hevur eina heilt greiða støðu til ES. Sambandsflokkurin tykist rættiliga avkláraður og vil hava limaskap, men flokkurin sjálvur er hinvegin ikki serstakliga virkin á økinum. Sambandsflokkurin tykist lata virksemið at virka fyri ES limaskapi ella fastari tilknýti til ES fult og heilt til fólkatingsmann floksins. Edmund Joensen virkar íðin á økinum og ansar eftir, at ES ikki verður gloymt men áhaldandi er á politisku dagsskránni.

 

Sum nevnt hevur uttanríksisráðharrin, sum er kroystur av ES málinum, lagt hetta mál til eina serfrøðinganevnd, alt meðan hann talar um EFTA sum eina góða loysn fyri Føroyar. Men hóast nógvar royndir í ABC2 at fortrongja ES málið ella at parkera tað, so heldur hetta mál sum sagt áfram við at spøkja. Tað tykjast alla tíðina at vera kreftir í samfelagnum, sum hava ein ellan annan áhuga í at halda lív í hesum máli. Er tað ikki ein so er tað annar, ið birtir upp undir tjakið og tað kann bert vera gott fyri málið sum heild.

 

Reiðarafelagið kemur nú, sum vit skrivaðu í blaðnum fyri vikuskiftið, við áhugaverdari fráboðan um ES málið. Hesin máttmikli felagskapur, ið telur Føroya mætastu vinnulívmenn millum sínar limir, sigur bart út, at nú mugu vit taka støðu til ES limaskapin ongantíð ov skjótt. Vit skulu altso ikki bíða eftir parkeringsvørðunum hjá Jørgen.

 

Er Reiðarafelagið sostatt klárt á málinum, tá talan er um støðutøku, so er felagið tó knapt so greitt, tá talan er um sjálvan limaskapin. Her er felagið meira varið. Meðan Reiðarafelagið sostatt sigur, at føroyingar mugu ongantíð ov skjótt taka støðu til spurningin um ES limaskap ella ikki, so er felagið týðuliga í iva hvørt vit skulu gerast limir í ES ella ikki. Tað er sjálvandi gongdin í Íslandi í ES málinum, sum fær Reiðarafelagið at ressast og fyrivarni kemur helst av, at Reiðarafelagið ikki trýr teimum, sum siga, at vit kunnu varðveita ræðið á fiskivinnupolitikkinum, um vit gerast limir.

 

Hinvegin peikar Reiðarafelagið á innlýsandi fyrimunir við limaskapinum, men ger samstundis vart við, at føroyingar vita ov lítið til tess at kunna taka støðu. Hesum ivast vit í, men er tað veruliga so, kunnu vit bert vóna, at serfrøðinganevndin ber skjótt at og kemur við frágreiðingini í hesum árinum. Hetta ikki tí vit vænta so nógv nýtt, sum vit ikki vistu frammanundan, men tí, at tað er satt sum sagt er, at tað veruliga hastar við eini avgerð í ES málinum. Vit mugu samtíðis fylgja gongdini í grannalondunum Íslandi og Noregi.