ES grundlógin og Føroyar

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið

Áftaná ein langan og kaldan vetur er várið endiliga í eygsjón.
Hetta várið er tó í vanda fyri at køvast av danskari innliman í eina ES grundlóg, sum vil bombardera føroyska sjálvstýristilgongd 100 ár aftur í tíðina.
Um Danmark við eini fólkaatkvøðu letur seg innlima í ES grundlógina, merkir hetta, at donsk og harvið føroysk uttanríkismál, verjumál, gjaldoyramál og rættarmál verða avgjørd í ES og ikki á Christiansborg.
Týðandi avgerðir, ið hava við Føroyar at gera kunnu sostatt enda á skeivum hondum, og kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyskan sjálvavgerðar-rætt og endaligan føroyskan suverænitet.
Føroyar skulu ikki inn i ES gjøgum bakdyrnar, harafturímóti skulu vit hevja Føroyar til eina sjálvstøð-uga tjóð við egnari grundlóg og við góðum samstarvsavtalum við útheimin.
Sjálvt um hetta svartskygni hvílir yvir okkum, so letur Fólkaflokkurin ikki dyrnar aftur fyri várinum. À Fólkatingi vil Fólka-flokkurin arbeiða fyri, at so hvørt danir flyta ábyrgd til ES, so skal ábyrgdin av hesum málsøkjum automatiskt flytast heim til Føroyar.
Fólkaflokkurin, ið stendur fyri diplomatiið, fyri samstarvi, fyri sjálvbjargni Føroya fólks, er einasti garantur fyri, at eitt nú føroysk uttanríkismál verða flutt heim til Tinganes og ikki til Brussel
Tað hevur tí stóran týdning at fara á val hin 8 februar og seta kross við Fólkaflokkin.