Tað upplýsti uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, eftir fund hjá uttanríkisráðharrunum í Luxembourg mánadagin.
Sambært Kallas eru 34 persónar og 47 feløg og eindir nú komin undir revsitiltøk. Orsøkin er, at tey hava tilknýti til russiska hernaðarliga og vinnuliga geiran ella til tann sokallaða skuggaflotan av olju- og gasskipum, sum flyta russiska orku kring heimin.
Kaja Kallas segði eisini, at ES-londini eru samd um at halda fram við arbeiðinum við 21. revsipakkanum móti Russlandi.
Nýggju tiltøkini raka eisini russiska skuggaflotan, sum sambært ES verður nýtt til at sleppa undan altjóða revsitiltøkum móti Russlandi.
ES hevur sett fleiri umfør av revsitiltøkum í verk síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022.











