At ganga í náttúruni er gott fyri sál og sinn

- Nú eg ikki havi konuna meira, fer ferðingarmynstrið helst at broytast nakað, sigur Poul Müller

- Konan og eg plagdu at ferðast til ymiskar býir í Evropa, sigur Poul Müller, bóndi

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?

 

- Eg havi ongar ætlanir í summar. Ymist er at gera heima.

 

Tað sigur Poul Müller, bóndi.

 

- Mær dámar væl at ganga í føroysku fjøllunum. At ganga í náttúruni í sínum egnu tonkum er gott fyri sál og sinn. 

 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?

 

- Eg havi eina dóttir í Danmark, sum eg fari at vitja. Mær dámar væl at sigla við Norrønu - at njóta friðin uttan telefon, og mær dámar væl at vera í summarhúsi í Danmark.

 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?

 

-  Eg havi ikki verið í Fugloynni, ei heldur í Stóru Dímun.

 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?  

 

- Konan og eg plagdu at ferðast til ymiskar býir í Evropa. Okkum dámdu væl at uppliva mentanina aðrastaðni.

 

At enda sigur Poul Müller soleiðis:

 

- Nú eg ikki havi konuna meira, fer ferðingarmynstrið helst at broytast nakað, leggur hann aftrat.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.

 

Lesið eisini: Altíð onkur túrur í kalendaranum

 

https://www.in.fo/news-detail/tad-er-altid-onkur-turur-i-kalendaranum

 

 

 

- Konan og eg plagdu at ferðast til ymiskar býir í Evropa, sigur Poul Müller, bóndi