ES-nevndin fer at leggja fram 19. revsipakkan móti Russlandi

Millum annað verða tiltøk móti sonevnda skuggaflotanum og russiskum bankum væntandi partur av nýggja revsitiltøkupakkanum.

Væntandi koma fleiri skip á listan hjá ES yvir skip undir illgruna at vera á sonevnda russiska skuggaflotanum

ES-nevndin fer at leggja fram sín 19. revsipakka móti Russlandi.

 

Tað segði høvuðstalsmaðurin Paula Pinho fríggjadagin, sambært TT-tíðindastovuni í Brússel.

 

Nærri verður kunngjørt av nevndarforkvinnuni Ursula von der Leyen og uttanríkisstjóranum Kaja Kallas í fráboðan seinnapartin.

 

Væntandi verða tiltøk sett í verk fyri skjótari at kopla russiskt gass frá, skrivar TT.

 

Harumframt koma væntandi fleiri skip á listan yvir illgruna um skip í sonevnda russiska skuggaflotanum.

 

Russiski skuggaflotin verður av ST-sjóvinnustovninum lýstur sum skip við ikki nøktandi tryggingaravtalum, sum umganga revsitiltøk og sleppa undan eftirliti.

 

Skipini sigla undir øðrum flaggi enn tí russiska, og harvið umganga revsitiltøkini hjá Vesturheiminum móti oljuútflutninginum hjá Russlandi.

 

Eisini eru væntandi tiltøk móti russiskum bankum.

 

/Ritzau/

 

Væntandi koma fleiri skip á listan hjá ES yvir skip undir illgruna at vera á sonevnda russiska skuggaflotanum