Djarvar ungar røddir hvørva - størsta avbjóðing okkara

Eitt ættarlið, sum lutvíst hvørvur, telist millum størstu avbjóðingar, hetta landið hevur. Vit mangla ungar menn og enn fleiri ungar kvinnur, hvørs hugur - ella møguleiki - at venda heimaftur, ikki er góður. Tað snýr seg um helvtina av teimum, sum flyta burtur, ella fimta hvønn í einum ættarliði.

Hesi eru í stóran mun tey ungu sjálvstøðugu, tey, sum hava dirvi og yvirskot til at seta spurningar og vera ein kritisk rødd. Tey, sum kundu bjóða  normum og inngrónum siðvenjum av og sum skulu tryggja okkum fólkavøkstur. Hetta kom eisini fram á á tiltakinum “Fráflyting og kyn”, sum Javnstøðunevndin skipaði fyri.

 

Eitt lutfalsliga stórt undirskotið av kvinnum í Føroyum er gomul avbjóðing, sum tíverri tykist vaksa, heldur enn minka. Tað má takast í álvara. Tað ber til at venda gongdini, men tað krevur vilja at seta greið mál og at gera miðvísar raðfestingar.

 

Vit kenna ta skeiklaðu pyramiduna, sum er íkomin av, at 40% av ungu ættarliðunum flyta burtur, og bert helvtin kemur aftur. Ella, vit missa 20 av hvørjum 100 ungum, sum flyta av landinum. Heili helvtin av teimum ungu kvinnunum í 20-árunum flyta burtur, væl fleiri enn ungu menninir.

 

Samlað, so eru í løtuni 2350 færri kvinnur enn menn í Føroyum, hóast kvinnur í miðal liva longri enn menn. Hetta eru 4,25 % færri, og fleiri í lutfalli av fólkatalinum, enn fyri fimm og tíggju árum síðani.

 

Hugurin hjá teimum meira tilkomnu at venda heim aftur er javnari millum kvinnur og menn, men tá eru hesi ofta bundin av arbeiði og børnum, húsalánum og ymiskum skyldum. Ungar djarvar røddir eru tær, sum flyta samfeløg mest. Vit eiga at leggja stóran dent á at fáa okkara ungu at festa røtur so væl, at hóast tey eitt skifti flyta av landinum, so venda tey natúrliga heimaftur nøkur ár seinni.

 

Lat meg strika undir, at tað eisini er ein stórur missur og avbjóðing, at nógvir menn ikki venda heimaftur. Men, av tí at undirskotið av kvinnum tykist vera ein rótfest avbjóðing, sum veksur, er fokusið í hesi grein á kvinnurnar.

 

##med2##

 

Nøkur tøl, sum tala

 

Tað sita í Løgtinginum í løtuni 9 kvinnur og 24 menn, sum er 27 % kvinnur og 73 % menn. Hetta er lægst í Norðurlondum. Meira álvarsamt er tað, at talið av valdum kvinnum á tingi, ikki er vaksið síðani 2011. Møguliga ein liður í einum javnstøðumótráki, sum sæst um allan heim?

 

Í samgonguni eru 7 kvinnur og 11 menn (39/61) og í andstøðuni 2 kvinnur og 13 menn (13/87). Síðani fyrstu tvær kvinnurnar vórðu valdar á ting fyri næstan hálvthundrað árum síðani, eru bert 31 kvinnur valdar á ting, í mun til 365 menn. Við øðrum orðum so er demokratiska umboðan okkara framvegis rættiliga langt frá at vera í javnvág fólkatalið, sum er 48% kvinnur og 52% menn.

 

Í landsstýrinum er javnstøða, har fýra av níggju landsstýrisfólkum kvinnur. Í hesum valskeiði hava higartil 12 fólk fingið álit at koma í landsstýrið. Av teimum hevur F sett eina kvinnu og ein mann, C sett 3 kvinnur og 2 menn, og E sett 4 menn og eina kvinnu.

 

Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíð, tá eitt landsstýrið seinast sat við ongari kvinnu, eins og allir floksformenninir tá vóru menn. Tveir av sjey politiskum flokkum hava nú kvinnuligar leiðarar, sum sita í tungum landsstýrissessum.

 

Í miðal tjena kvinnur væl minni enn menn hjá okkum, og hava í miðal munandi lægri pensjónsveitingar. Søguliga mynstrið, at kvinnur hava høvuðsábyrgd av húsi og heimi, merkir í flestu førum nógv fleiri óløntar arbeiðstímar, men tíverri eisini munandi størri vanda fyri fátækt í ellisárum.

 

Kvinnurnar taka so nógv tann longsta partin av barnsburðarfarloyvinum, sum førir við sær lønarmiss, ávirkar framtíðar eftirløn og í fleiri førum starvsmøguleikar.  

 

Í vinnuni hava bert fáar av teimum 100 størstu fyritøkunum kvinnur í ovastu leiðsluni. Men, tveir av okkara bankum hava nú kvinnuligar stjórar — bankar, sum einaferð vóru millum teir lakastu í javnstøðuhøpi. Tann eini bankin, ið hevur arbeitt við miðvísari ætlan fyri menning og møguleikum fyri bæði kynini, hevur í dag eins nógvar kvinnur sum menn í leiðslustørvum. Tað nyttar at seta sær mál!

 

Hóast góðu gongdina, har vit hava fingið kvinnuligar stjórar í ovastu leiðslu í fleiri týðandi stovnum og nøkrum størri fyritøkum, so er heildarmyndin framvegis, at kvinnur eru undirumboðaðar í álitisstørvum, í leiðslustørvum og í politikki.

 

Síggja vit forðingarnar?

 

Javnstøða snýr seg als ikki bert um hagtøl, men toppostar við leiðandi kvinnum eru sera týðandi, tí medvitað ella ómedvitað, so vilja flestu (kvinnur) taka arbeiði og møguleikarnar fyri at menna seg á arbeiðsmarknaðinum við á vágskálina, tá avgerð skal takast um at flyta heimaftur til kæra landið. Lutfallið av kvinnum í álitisstørvum endurspeglar oftast møguleikar fyri fakligari menning.

 

Ein føroysk kanning vísir, at inntøkan hjá kvinnuni minkar heilt munandi eftir barnsburð — og er ofta væl lægri nógv ár fram. Ein fremsta orsøk er avbjóðingin at fáa javnvág millum arbeiði og familju. Nógv oftast er tað kvinnan, sum tekur eitt fet aftur frá síni yrkisleið, um eitt par velur at annar má gera tað. Hetta mynstrið er eisini aðrastaðni, men tað er meira eyðsýnt í siðbundnum samfeløgum sum okkara.

 

Tað haldi eg, at vit skulu hugsa væl um, tá vit tosa um markað barsilsfarloyvi og aðrar skipanir fyri familjur. Lat okkum fáa fram í ljósið tær forðingarnar fyri javnstøðu, sum liggja so djúpt í mentan okkara, at vit aftra okkum at nerta tær.

 

Skal eg taka úr egnum barmi, so vóru tað júst innara myndin tí siðbundna samfelagnum við ávísum óskrivaðum væntanum til mín sum kvinna, ið fekk meg at draga á bæði, hvørt vit skulu flyta heim fyri fleiri enn 20 árum síðani. Nógv eru tíbetur broytt síðani tá, men sumt er nærum óbroytt.

 

Felags tøkini fyri framman

 

At støðan er hin sama ella verri í fleiri oyggjalondum, vit kunnu sammeta okkum við, er eingin uggi. Vit vita væl, at Føroyar kann og at vit eru før fyri tí, seta vit okkum veruliga fyri at venda skeivu gongdini.

 

Tað er útmerkað, at ein dagførd javnstøðulóg er ávegis, men, tað skulu tøk til, sum seta ferð á broytingarnar, soleiðis, at nógv størri partur av teimum, sum fara uttanlands at lesa, eru púra ivaleysar og ivaleys um, at tey ynskja at koma heimaftur.

 

Í mong ár var ein netto fólkafráflyting, ið legði slavnu hond sína á framtíðarútlit okkara. Heildarætlanin “Fólkafráflyting og fólkavøkstur” varð tá gjørd (2013), har mælt varð til 6 høvuðsátøk. Hitt fremsta var at gera íløgur í útbúgving og gransking.

 

Tað er tað framvegis. Tí má Setrið undir ongum umstøðum skerjast á komandi fíggjarlógum, men hinvegin raðfestast hægri. Vit mugu fegnast um, at ferð er við at koma á kampus Frælsi, har okkara spjadda Setur verður savnað í einum flottum nýbygdum universiteti. Eitt spennandi lestrarumhvørvi, ið uttan iva fer at draga bæði føroysk og útlendsk lesandi og granskarar til sín. Og sum kann virka frá miðstøðini út kring oyggjarnar.

 

 Harumframt tørvar okkum kollveltandi nýhugsan á bústaðarøkinum, so enn fleiri ungdóms- og lestraríbúðir kunnu gerast veruleiki og kosnaðarstøðið lækkast.

 

Stór felags politisk tøk liggja fyri framman.

 

Bjørt Samuelsen