Tað heldur Hans Engell, politiskur viðmerkjari í Danmark.
Hann heldur eisini, at 26. mai er besta boðið upp á fólkatingsval
Tann síðsta politiska avtalan, sum kann koma upp á pláss inn eitt val, er um eina betri seniorfyritíðarpensjon, og tí hevur Lars Løkke Rasmussen einki eftir at avgreiða, heldur Hans Engell.
– Hann fer helst at skriva út val millum 2. og 5. mai. Løkke hevur ikki nógvar møguleikar eftir, sigur hann.
26. mai er annar val til Evropatingið. Harvið kunnu danir sleppa á eitt dupultval hendan dagin. Og um fólkatingsvalið verður 26. mai, verður tað fyrstu ferð at fólkatingsval verður sunnudag.
Eisini blaðstjórin á blaðnum Avisens Danmark, hálvi føroyingurin Thomas Funding, heldur, at 26. mai er besta boðið upp á fólkatingsval. Tó við tí fyrivarni, at veljarakanningarnar eiga at vera frægari fyri bláa vong, enn tær eru nú, fyri at Lars Løkke Rasmussen skal skriva út val.
Eisini Helle Ib, sum er politiskur viðmerkjari hjá Børsen, heldur at 26. mai er eitt gott boð. Men ho er tó í iva um, hvørt Løkke velur at bíða til evsta mark. Seinasta fólkatingsval var 18. juni í 2015.
Samráðingarnar um eina bøtta seniorfyritíðarpensjón vórðu tiknar uppaftur eftir páskir. Stjórnin, Dansk Folkaparti og tey Radiakalu samráðast um eina avtalu á tí økinum.
/ritzau/
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }